Silvurvinnari
Tað er sjálvsagt ikki tann sama gleðin, tá tú sum leikari ella venjari vinnur silvurmerki, eftir at tú árið fyri hevur átt gullmerkini. Hetta er tó støðan hjá frákoyrdu meistarunum úr Stjørnuni, og eftir dystin spurdu vit venjaran, Rógva Nielsen, hvør orsøkin til hetta er.
- Orsøkin er helst tann, at vit ikki komu eins skjótt í gongd í ár, sum vit gjørdu í fjør. Tað at allur hópurin ikki hevði fingið armarnir nóg skjótt niður.
- Tað er helst týdningarmiklasta orsøkin, men harumframt høvdu vit eisini nakað av órógva á liðnum, akkurát meðan mest stóð á. Tað var júst tá, at vit høvdu tørv á arbeiðsfriði, so hetta hevði sjálvandi eisini sítt at siga.
- Tú fært meg ikki til at siga, at VÍF hevur ein sterkari hóp enn vit, men hinvegin er einki at ivast í, at tær hava eitt lið, sum er nógv sterkari, enn tað, sum tær høvdu í fjør.
Missurin av Andrianu
Skal nøkur einstøk hending við leikarum takast fram, so mundi tað helst vera ein stórur missur, at Andriana Milodanovic varð skadd tíðliga í heyst, og Rógvi ásannar eisini, at hetta var ein sera stórur missur hjá teimum.
- Breiddin í spælinum hjá okkum og ikki minst kontraparturin riggaði ikki eins væl, tá hon ikki var við, og tað er ikki fyrr enn nú, at vit aftur hava fingið hetta at rigga.
Maður kemur tó í mans stað, verður sagt. Soleiðis tóktist eisini at vera í Klaksvík, tá litaviski stórskjúttin hjá Sóljuni, Simona Dziugyte, kom til felagið í jólasteðginum. Tað tók tó sína tíð, áðrenn hon av álvara fór at gera um seg, men Rógvi tykist tó ikki at vera so harmur um hetta, sum mann kanska kundi hildið.
- Simona var fyrst og fremst ein íløga, sum varð gjørd við atliti til komandi ár. Hon kom kanska nakað seinni ígongd, enn vit høvdu vónað, men hon er so komin íongd. Tað hevur verið sjónligt seinastu dystirnar og ikki minst í dag, so hon verður so avgjørt ein stórur styrkur framyvir.
Einki um komandi ár
Tá tosið fellur inn á framtíðina, spyrja vit at enda Rógva, um hann longu nú hevur eina hóming av, hvussu fer at standa til við fólki hjá Stjørnuni komandi ár, men tað sigur hann seg als ikki hava.
- Eg fái einki sum helst svara viðvíkjandi komandi kappingarárið, sigur Rógvi Nielsen, áðrenn hann endar samrøðuna við at nýta høvi til at VÍF hjartaliga tillukku við FM-heitinum, sum hann sigur skal vera teimum væl unt.