85 min.
3-1
FM møguleikin hjá EB/Streymi tykist vera horvin.
Kappingin snýr seg nú um, um tað skal eydnast Arnbirni Hansen at varðveita heitið sum toppskjútti.
Hann hevur júst skorað til 3-1, og harvið er Arnbjørn komin upp á 22 mál!
------
65 min.
2-1
Nú eru teir reyðu av Toftum bara níggju. Liðformaðurin og miðverjin Jóhan Dávur Højgaard er rikin av vølli.
-------
55 min.
2-1: Gudmund Nielsen 53.
Eftir steðgin hevur heimaliðið við Margáir verið greitt omaná, og átta minuttir eftir hvíldina legði EB/Streymur seg á odda. Málskjútti var Gudmund Nielsen, eftir at Daniel Udsen og Hans Pauli Samuelsen við sera snildum spæli høvdu lagt upp.
Nú er EB/Streymur á rættari kós. Spurningurin er, hvussu tað nú fer at tørna út í Gundadali.
------------
40 min.
1-1: Pauli G. Hansen 38.
Miðvallarin royndi við góðum skoti, og málverjin varð snýttur, tá ið bólturin tók í Sorin Anghel, sum fyri løtu síðani hevur loyst Pætur Dam Jacobsen av.
------
30 min.
0-1
B68 miðvallarin Eli Simonsen er rikin av vølli, eftir at hann tvær ferðir hevur sæð gula kortið.
----
20 min.
0-1
Tað er stórur fjáltur á heimaliðnum. B68 hevur fyrstu løtuna verið nógv vandamiklari.
--------
0-1: Jóhan Petur Poulsen 1.
Eftir innlegg frá Keita hevur Jóhan Petur Poulsen skorað fyri toftamenn!!
EB/Streymur-B68 kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Alex dos Santos - Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen
B68: Vlada Filipovic - Jóhan Petur Pouslen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Niklas Joensen - Eli Simonsen, Ndende, Remi Langgaard, Andre Olsen - Keita, Camara