Arnbjørn við fyrsta yrkingasavninum

Nýggj rødd trínur inn á lýriska pallin

Í dag er yrkingasavn eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð komið út. Hetta er fyrsta savnið hjá honum og kallast »Setorð«.

 

Arnbjørn hevur áður útgivið stuttsøgusøvn og hevur havt stuttsøgur, barnasøgur og yrkingar við í ymiskum tíðarritum – eitt nú í bókmentatíðarritinum Vencil, sum hann og Oddfríður Marni Rasmussen stóðu fyri at geva út.

 

Arnbjørn Ó. Dalsgarð er 50 ára gamal og ættaður av Velbastað. Hann er útbúgvin bókavørður og er cand.mag í heimsspeki. Hann hevur starvast á Landsbókasavninum og verið leiðari á Býarbókasavninum í Havn. Hann er fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum. Hann er eisini fastur ummælari hjá Sosialinum.

 

Sprotin gevur nýggja yrkingsavnið út og sigur soleiðis um savnið:

 

– Arnbjørn hevur sín egna meditativa og í støðum absurda stíl, men dregur ógviliga viðkomandi evni inn í yrkingarnar, sum eru um lívið, tá ið tú ímillum so mangt annað hongur fastur, tá ið tú sært, hvussu vit skala vøkstur og lív kring okkum, hvussu vit vevjast í okkara egna skugga, um kynstrið at yrkja.