? Eg havi altíð sungið, men fyrstu ferð eg var við á einari útgávu, var á einari plátu hjá Símuni Konoy, tá eg var níggju ella tíggju ára gomul, sigur Arnfríð Lützen um byrjanina hjá sær sum sangarinna.
Útgávan hjá Símuni Konoy síðst í áttatiárunum við sanginum um ommuna var tað heilt stóra hittið í kvøðuljómunum ta tíðina, og Arnfríð var eisini í sjónvarpinum í Barnaløtuni og sang onkran sang av tí útgávuni.
Fyrstu ferð, hon stóð á palli og sang fyri stórari mannfjøld, var á Strondum um sama mundið. Hon sigur frá, at hon var ómetaliga fjálturstungin ta løtuna, men hon hugsaði mest um vinir og familju, ið lýddu á, meðan hon sang.
? Eg hevði heilt øðiliga nógvar nervar, tá eg stóð á palli fyrstu ferð í mínum lívi. Tað er kanska torførari, tá tú ert so ung, men tað fellur lættari sum árini ganga, sigur Arnfríð.
Tá prátið dettur á tað at standa á palli, heldur Arnfríð fyri, at tá steðgur hevur verið í framførslunum í eina tíð, er tað tungt at fara í gongd aftur, tí tá gera nervarnir um seg aftur.
Lærdi opera í Íslandi
Í vetur hevur Arnfríð Lützen verið í Íslandi. Í sjey mánaðir var hon í Reykjavík, har hon gekk á Tónlistaskúlanum. Har ganga eini 70-80 næmingar tilsamans, og teir flestu fáast mest við sang.
? Eg lærdi at syngja opera á skúlanum í Íslandi. Tað hevur verið ein sera lærurík tíð, og tað var stuttligt at royna nakað øðrvísi. Eg eri nú komin meira víða um innan tónleikin, sigur Arnfríð, tá hon hugsar aftur á tíðina í Íslandi.
Hon greiðir frá, at tað var nógv meira krevjandi og tí torførari at syngja opera, enn tað hon vanliga syngur. At vera á tónlistaskúla hevur víðkað sjónarring hennara, og tað kemur henni óivað væl við seinni á yrkisleiðini sum sangarinna.
Arnfríð gavst, áðrenn skúlin var liðugur, men iðrar seg ikki um, at hon royndi seg á tónlistaskúla í Reykjavík, tí nú hevur hon eisini roynt at búgva einsamøll og at klára seg sjálva.
Annars er Arnfríð fyri tað mesta sjálvlærd í at syngja. Tí var tað ógvuliga øðrvísi at læra opera, tí opera er eisini ógvuliga torført at læra.
? At syngja opera krevur meira av einum sangara, og tað tekur langa tíð at læra. Eg dugi tí ikki at syngja opera til fulnar enn, tí tað tekur eini 5-6 ár at læra. Eg haldi tó, at eg havi ment meg sum sangara hesa tíðina, sigur Arnfríð.
Ársin songrødd
Eftir útgávuna hjá Símuni Konoy hevði Arnfríð ein steðg við stórum framførslum. Røddin fekk aftur frítt rásarúm, tá Arnfríð var við í kappingini um at gerast Ársins Songrødd í 1997.
Hon og Eivør Pálsdóttir fóru saman í kappingina, tí tá búði Arnfríð í Gøtu. Hetta árið vann Eivør, men árið eftir mettu dómararnir, at Arnfríð hevði bestu røddina av øllum luttakarunum. Hesin sigurin setti ferð á aftur hjá Arnfríð, sum síðani tá hevur verið ógvuliga virkin í føroyska tónleikalívinum.
Arnfríð teknaði seg ongantíð sjálv til kappingina Ársins Songrødd, men tað var altíð onkur annar, ið syrgdi fyri hennara luttøku. Tó var hon altíð sinnað at royna seg, tá tað kom til stykkis.
? Eg havi tað altíð gott, eftir at eg havi verið á palli. Tú hevur eina góða kenslu og kennir teg væl, sigur Arnfríð Lützen um tað at standa á palli frammanfyri nógvum fólkum.
Hetta við framføra á palli er ikki ókent land hjá tí ungu klaksvíksdamuni, tí hon hevur støðugt framført fyri nógvum fólki seinastu tíðina, meðan Kular Røtur hava herjað kring landið. Hesa tíðina hevur hon eisini fingið okkurt gott ráð frá tí garvaða Steintóri Rasmussen um, hvussu hon skal føra seg fram á pallinum, tá tær Kulu Røturnar spæla.
Arnfríð hevur ongar royndir við at vera í einum tónleikabólki, sum vit kenna teir frá Prix Føroyum, men hon letur okkum stillisliga vita, at kanska okkurt er í umbúna á hesum økinum, uttan tó at siga ov nógv.
Hon dylur tó ikki fyri, at tað er nakað, hon heldur enn fegin hevði viljað roynt, um møguleikin var til staðar.
Arnfríð hevur ikki møguleika at vera við á Norðoyarstevnu í ár. Orsøkin er, at hon er í Grønlandi tað vikuskiftið, tá Norðoyastevnan leikar á. Hon iðrar seg tó ikki um at missa stevnuna, tí hon er einaferð um árið, men hon fær neyvan møguleikan at syngja í Grønlandi aftur.
Arnfríð dámar annars best røddirnar hjá kvinnuligum littum sangarinnum, tí tær hava nakað serligt yvir sær. Serliga er tað Whitney Houston, sum henni dámar, men eisini sangarin í Skunk Anansie hugtekur hana.
Á føroyska tónleikapallinum dregur hon Regin Guttesen og Malan Eyðunsdóttir fram sum tey bestu.
Fer at royna sangevnini
Kular Røtur sóu dagsins ljós fyri einum góðum ári síðani, men tey hava longu givið tríggjar fløgur út, og tvey videobond hava eisini verið á handilshillunum. Nakrir sangir eru týddir til enskt og danskt, og nú er okkurt týtt til grønlendskt í sambandi við hendan túrin. Tey hava sostatt verið ógvuliga virkin hesa tíðina.
? Tað er enn stuttligt, at børn koma til mín og spyrja um tey kunnu fáa mín autograf. Eisini hoyri eg ofta frá foreldrum, at teirra børn bara lurta eftir Kulum Rótum, og tað er hugaligt at fáa rós, sigur Arnfríð.
Tá prátið fellur inn á framtíðina, og hvørjar ætlanir sangarinnan hevur í komandi tíðum, dylur hon ikki fyri, at hon fer at royna síni sangevni til tað ítarsta.
? Eg havi mangan hugsað um at fara til Englands ella enn longur, til Amerika, og so roynt meg á onkrum tónleikaskúla har. Tað er har møguleikan fyri einum gjøgnumbroti er, sigur Arnfríð, ið fegin vil royna seg uttanfyri Føroyar. Hon hevur tó ongar ítøkiligar ætlanir beint nú.
? Tað verður løgið, um eg ikki fari at royna mína rødd aðrastaðni, tí eg ætli mær ikki bara at fara í skúla her í Føroyum, sigur hon.
Arnfríð fer at royna síni evni sum sangarinna og síðani vita, hvussu langt tað ber, tí hon fer ikki at gevast við tónleikinum í bræði.
Beint nú í hesi løtu tekur hon tað róligt, og so kann mann altíð vóna, at okkurt spennandi stingur seg upp um ikki so langa tíð.