- Hevði Árni verið eitt træ, so hevði hann vaksið niðureftir, segði Hermann Jacobsen við Svend Brimheim í einum hálvrundum føðingardegi hjá Árna C fyri nú mongum árum síðan. Hetta líkasum fyri at staðfesta, at vinmennirnir als ikki vóru samdir um eitthvørt, men at tað kortini var givið frammanundan, at Árni ikki bakkaði ein millimetur.
Árni C er ein serskøltur uppá tann stuttliga mátan. Heilt øgiliga tvørur. Men tað kann ein venja seg við og fyrimunurin er, at mann altíð veit, hvar mann hevur hann. Hann er hundrað prosent erligur og reiðiligur og pakkar onki inn. Og tolir tú ikki at hoyra sannleikan, ja, so er trupulleikin tín og bara tín.
Sjáldsama óræddur er hann eisini. Minnist nakrar upptøkur av honum og Zacharisi akandi á búkinum eftir eini smalari hyll ovast uppi í Eiðiskolli, haðani Risin og Kellingin sóust sum ørsmáir prikkar langt niðanfyri. Eg spurdi, um hann ikki var bangin. Og á sín heilt serliga hátt svarar han: Bangin? Nei, hvat ólukkan skal eg brúka tað til??
Beistaktigur er hann eisini. Einaferð koyra vit oman til Scalloway í ørindum fyri tá nýstovnaða Sjónvarp Føroya, tá vit síggja bilin hjá Hermanni Jacobsen uttanfyri gamla slottið. Hetta var ein gamal brúnur Audi 100, sum riggaði so illa, at Hermann ikki tordi at sløkkja hann. Bilurin stóð og gekk uttanfyri.
Árni gjørdi ikki beinari enn at stjala bilin, koyrdi hann oman á keiøkið og krógvaði hann aftanfyri eitt pakkhús við gomlu sjómanspubbina. So lúrdu vit undan vertshúshorninum. Eg havi sjáldan flent so illa, sum tá Hermann kom út av Scalloway Castle og uppdagaði, at bilurin var horvin, dansandi sum ein sansaleysur grindalokkur í illsinni. Hermann, sum leitaði leingi, áðrenn hann fann bilin, var smáfornermaður í fleiri dagar!
Árni var rockari áðrenn rockarar vóru til. Eg kom at kenna hann meðan hann enn gekk í leðurjakka og svørtum dansiskóm, hetta var meðan hann enn var av teimum fermastu í judo og damurnar enn prátaðu um henda famúrskarandi twistaran, sum dansaði tær flatar á klubbagólvinum. Nakað soleiðis helt hann sær longri enn teir flestu. Eisini í hesum var Árni uppá tvørs, tí rock & roll og tað sum hartil hoyrir var ikki gamalt heima hjá Conradi.
Árni var ein slóðari innan Sjónvarpsfelagið. Tá Sjónvarp Føroya lá um føðingina var eg ofta við Árna at gera upptøkur til Svf og til útlendskt sjónvarp, umframt at Árni seinni framleiddi ein stóran part av lýsingunum í sjónvarpinum. Her vóru hann og Kemm Poulsen bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar, og tí kom eisini okkurt stuttligt burturúr, tí kemiin hjá tí tvøra Árna og tí knappsinta Kemm var ikki altíð soleiðis at fáa at ganga uppí eina hægri eind. Men ótrúliga stuttligt var tað mangan.
Árni kann ikki torga várgróður. Einaferð vit vóru uttanlands í sjónvarpsørindum rendi hann seg í eitt nýtt pollenmet í Jammurbuktini. Eftir stuttum bili mátti hann á intensivu deild, so ovurviðkvæmur var hann fyri hesum nærmast ósjónliga fíggindanum. Tað hevur seinni eisini plágað hann illa.
Og tosa um at vera uppá tvørs. Tá heilsan veruliga fór at bila keypti Árni sær motorsúkklu. Tað má vera tekin um rímiliga optimismu at fáa sær eina stóra Triumph í garasjuna, tá læknarnir annars mæla til at kula niður, leggja seg uppafturá, eta medisin og bíða eftir hvat lagnan finnir uppá. Seinastu tíðina hevur heilsan fleiri ferðir veruliga bilað. Tó so, meira enn so hyggur hann enn inn á gólvið til ein drekkamunn og eitt hugnaligt prát. Og hóast ússaligur til tíðir, so hevur hann fleiri jørn í eldinum og fleiri stórar ætlanir.
Framum alt hevur Árni altið verið ein góður vinur, hundrað prosent álítandi og altíð fúsur at rætta eina hjálpandi hond. Og gert tú honum eina tænastu, gloymir hann tær tað ikki. Onkrar tænastur hevði hann tó viljað verið fyriuttan – serliga tá onkur vælmeintur hevur ruddað í studionum og Árni onki finnur aftur. Tí hóast hann er eitt róthøvd, so er system í óruddinum.
Tað er óluksáliga keðiligt, at fólk sum eru so frísk og hava so góð evni og so nógv at geva av skulu gerast so illa sjúk, at tað forðar teimum at útinna sín dagliga gerning. So Árni, eg fari at runda av við at ynskja tær góðan bata, alt tað besta og hjartaliga tillukku við degnum. Eg vóni tú verður so frægur aftur, at tú fært framt tínar ætlanir.
Kenni meg sannførdan um, at Várharra hevur eitt serligt óruddiligt kjallarastudio til ein slíkan sum teg. Tað fer at standa klárt 7. apríl í 2090, tá tú fyllir hálvtannaðhundrað ár, og tá tú av skaparatrongd og berari tvørheit hevur filmað, skrúvað, klipt og óruddað í 75 ár aftrat – og í prosessini ríkað alt Føroya fólk við einum ótali av frágera mentanarperlum aftrat!
Hjartaliga tillukku!
Ó. J. Rólantsson