Árni má møguliga melda avboð

Nýklækti landsliðsleikarin fór av vøllinum við skaða í dag

Í dagsins dysti ímillum HB og NSÍ var ein vælleikandi Árni Frederiksberg, ið sum kunnugt júst er úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð, so óheppin, at hann mátti fara av vøllinum við skaða í seinna hálvleiki. In.fo hevur spurt, um hetta merkir, at Árni verður noyddur at melda avboð til landsdystin komandi leygardag ímóti Grikkalandi.

 

- Eg veit ikki rættiliga, um hetta er ein fiburskaði, ella um hetta bert er ein lítil forstrekking. Eg fari allar helst at tosa við læknarnar hjá landsliðnum í morgin, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður, sigur Árni við in.fo

 

22 ára gamli Árni Frederiksberg hevur spælt sera væl á vonginum hjá NSÍ, har hann hevur skorað seks mál í 15 dystum hetta kappingarárið. Nú er greitt, at Árni møguliga missir landsdystin leygardagin, ið lagnunnar speisemi verður leiktur á hansara 23 ára føðingardegi.