Hóast nýggi loðs-og sleipibáturin Maria næstan er á stødd við eitt skip, valdi Faroe Agency kortini ikki at doypa bátin. Í staðin varð eitt skrýðisband skorið av.
Tað var Árni Dam, nevndarlimur í Faroe Agency og pensjóneraður stjóri, ið skar bandið við einum grindaknívi.
Tað var eisini ein errin Árni Dam, ið navngav Mariu við at skera skrýðisbandið og við yrking, sum varð skrivað til endamálið:
Má eydnan við tær vera,
góða hjálp skipum at bera.
Tey loðsa trygt í havn,
enda seta fast á stavn.
Maria skal navn títt vera,
Harrin skal tær signing bera.
Árni Dam stovnaði Faroe Agency saman við Mariu á Akrabyrgi og Karl Erik Reynheim, og hann myndaði eisini felagið saman við teimum, til hann fyri nøkrum árum síðan fór frá fyri aldur.
Fleiri myndir síggjast í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER