Ungi og evnaríki sandoyingurin, Aron Clementsen, sum í fyrru hálvu hevur spælt á liðnum hjá AB, fer í seinnu hálvu at tørna út fyri barndómsfelagið B71.
Hetta er greitt, eftir at hann fyri gott og væl tíggju døgum síðani valdi at flyta spæliloyvið hjá sær heimaftur til B71 úr AB.
Hvør orsøkin er, til at Aron Clementsen hevur valt at skifta, er ikki greið enn.
Aron Clementsen, sum bæði í ár og í fjør hevur verið í U-21 landsliðshitanum, spældi 13 dystir fyri AB í fyrru hálvu.