Arrogantir, destruktivir og sjálvforherligandi lesarabrævskrivarar

Nú er nokk.

Nú er enntá ovboðið.

Eg eri deyðtroyttur av persónum sum Julian Olsen, Róa Joensen og slíkum typum, sum ongantíð, tá ið heitt hevur verið á teir um at rætta eina hjálpandi hond til menning av hondbóltinum, hava kunnað, orkað ella sæð seg førar fyri hesum, men sum strax í sínum sjálvforherligilsi eru til reiðar at siga hinum frá, hvat tey ikki hava gjørt, hvat tey skulu gera og hongja navngivnar eprsónar - í hesum føri Birgir Sondum - út í bløðunum. Hvønn forleika hesi fólk hava til at døma um hansara kvalitetir sum dómara, er tað ikki lukkast mær eftir nógv ár í Hondbóltssambandinum at fáa eyga á. Eg ivist ikki í, at Birgir ger feilir, tí øll fólk, sum gera nakað til nyttu, koma at gera feilir, bert tann, sum onki ger, er 100% feilfríur.

At nakar tímir at vera dómari, er undrunnarvert, tá ið man tonkir upp á ta viðferð, teimum er fyri á vølli og uttan fyri vøll. Tó er tað eydnast Hondbóltssambandinum at fáa 6 føst dómarapør til 1. deildirnar: 2 úr Kyndli, 2 úr Neistanum, 1 úr H71 og 1 úr StÍF; aftrat teimum eru so nakrir leysir dómarar, sum traðka til, tá ið brúk er fyri teimum. Er tað ikki at undrast yvir, at áðurumrøddu lesarabrævskrivarar eru viðhaldsfólk hjá einum felagi, sum onki fast dómarapar hevur at bjóða fram?

At ákæra HSF fyri at royna at forkoma føroyskum hondbólti er beinleiðis injurierandi. Fyri fyristu ferð í tey umleið 25 áriuni, eg havi verið í leiðsluni í Hondbóltssambandinum, hava tey trý seinastu árini onki fólk sitið í nevndunum, sum skal brúka sín nevndarsess til politiska karrieru, hægri socialt støði ella til at lata seg síggja saman við kendum fólkik, men bert fólk , sum dagliga - summi fleiri tímar hvønn dag - arbeiða til frama fyri føroyskan hondbólt. Hetta sæst fyrst og fremst á tí stóru tilgongd, sum hevur verið til ungdómsdeildirnar hesi seinastu ´fimm árini, ein vøxtur upp á umleið 30%.

Hvar blivu tó øll hesi fólkini í hesum nevndunum av? Jú, tey sita í dag og skriva lesarabørv um, hvussu ódugnaligir dómarar eru, og at HSF roynir at forkoma hondbóltinum og heita á síni viðhaldsfólk um at boykotta arbeiði sambandsins.

Hetta er beinleiðis forargiligt! Gvat billa hesir persónar sær inn,t eir, sum ikki tímdu at rætta hond frá síðu, tá ið brúk var fyri teimum.

Sigur nakar nakað um ta spillandi tunguna o. s. fr?

Skal hetta vera støðið, vit skulu liggja á í framtíðini, so gloymið alt um A-landslið, ungdómslandslið, altjóða samarbei-ði og Europa Cup, tí onki ordentligt fólk fæst til at fáast við slíkt undir sovorðnum umstøðum. Tað er tað ikki vert at brúka tíð og orku uppá.


Tórshavn 13/3 - 99

Hans Holm, skjótt fyrrverandi formaður í kappingarnevnd HSF


P. S.: Skuldi nakar ætla sær at svara upp á hetta: Ger tað, men vænta ikki svar. Eg havi tonkt mær at prioritera mína tíð og arbeiðsorku betur framyvir enn higartil.