Arsenal dumpaði

Jonathan Walters skoraði Stoke sigursmálið við brotssparki í 2. hálvleiki

Vónin millum Arsenal fjepparar um, at tað endiliga skal eydnast aftur at vinna meistaraheitið, kámaðist nógv seinnapartin. Í grannauppgerðini á Britannia, har Stoke eigur heimavøll, var úrslitið 1-0 til Stoke. Einsamalli málskjúttin var Jonathan Walters, sum eitt korter undan leikloki umsetti brotsspark til mál.

Størsta partin av tíðini var tað einki meistarasnitt yvir Arsenal avrikinum. Síðstu fimm minuttirnar oppaðu gestirnir seg, og onkra ferðina var heilt tætt við, men teir funnu ikki verin til meskarnar.

Hjá Arsenal hevur tað ofta verið tógvið stríð á útivølli ímóti Stoke, og soleiðis var tað aftur í dag. Úrslitið ber við sær, at tað nú eru fýra stig frá Arsenal og fram til toppin og Chelsea.