Tað sá leingi út til at Everton skuldi fara avstað við øllum trimum stigunum móti Arsenal.
Everton var betra liðið í fyrra hálvleiki, sum teir vunnu 2-0. Gamaní var annað málið greitt off-side, men soleiðis var støðan, tá farið var til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki vóru liðini meira jøvn, og sum hálvleikurin leið, kom Arsenal meira og meira við.
Tá teir so móti endanum minkaðu um munin, mundu flestu Everton viðhaldsfólk óttast úrslitið. Og soleiðis var. Eitt minutt áðrenn eykatíð javnaði Arsenal.
Everton-Arsenal 2-2 (2-0)
18. 1-0 Seamus Coleman
44. 2-0 Steven Naysmith
82. 2-1 Aaron Ramsey
89. 2-2 Olivier Giroud