Arsenal er oddalið í bólki F saman við Napoli, Lioinel Messi rakti aftur málið. Barcelona og Atletico Madrid eru víðari.
Bólkur E:
Nú sær av álvara gott út hjá Chelsea. Teir eru trý stig frammanfyri Schalke, meðan FC Basel heldur óvæntað spældi javnleik móti Steaua Bukarest á heimavølli. Samuel Eto’o skoraði tvey av málunum fyri Chelsea. Serliga tað fyrra var marháttligt, tí málverjin skjeyt bóltin í Samuel Eto’o, sum taklaði bóltin í málið.
Bólkur F:
Arsenal eru ikki til at steðga í løtuni. Teir eru fimm stig fremst í Premier League, og nú eru teir oddalið saman við Napoli í bólkaspælinum. Arsenal vann í kvøld 1-0 á útivølli móti Borussia Dortmund. Aaron Ramsey skoraði einsamalla málið.
Í Italia vann Napoli 3-2 móti Marseille, og liggur ájavnt Arsenal við níggju stigum.
Bólkur G:
Atletico Madrid er víðari eftir ein sannførandi sigur á Austria Wien. Dysturin millum Zenit og FC Porto endaði við javnleiki. Tað merkir, at Zenit framvegis hevur munin á FC Porto við einum stigi, nú tveir dystir eru eftir.
Bólkur H:
Á Camp Nou vann Barcelona á AC Milan. Lionel Messi, sum ikki hevur skorað seinastu dystirnar fekk tvey mál, meðan Neymar hóast stórar møguleikar ikki fekk mál.
Í Hollandi vann Ajax á skotska Celtic. Barcelona hevur beina kós móti endaspælinum, meðan bara eitt stig skilur AC Milan, Ajax og Celtic.
Champions League - 4. umfar:
Bólkur E:
Chelsea – Schalke 04 3-0 (1-0)
1-0 Samuel Eto’o, 31
2-0 Samuel Eto’o, 54
3-0 Demba Ba, 83
FC Basel – Steaua Bukarest 1-1 (0-1)
0-1 Federico Piovaccari , 17
1-1 Giovanni Sio, 90+1
Støðan:
1. Chelsea 9
2. Schalke 6
3. FC Basel 5
4. Steaua Bukarest 2
Bólkur F:
Borussia Dortmund – Arsenal 0-1 (0-0)
0-1 Aaron Ramsey, 62
Napoli – Marseille 3-2 (2-1)
0-1 Andre Ayew, 10
1-1 Gökhan Inler, 22
3-1 Gonzalo Higuaín, 24
3-2 Florian Thauvin, 64
3-2 Gonzalo Higuaín, 75
Støðan:
1. Arsenal 9
2. Napoli 9
3. Borussia Dortmund 6
4. Marseille 0
Bólkur G:
Zenit – FC Porto 1-1 (1-1)
0-1 Lucho González, 23
1-1 Hulk, 28
Atletico Madrid – Austria Wien 4-0 (3-0)
1-0 Miranda, 11
2-0 Raúl García, 25
3-0 Filipe Luis, 45
4-0 Diego Costa, 82
Støðan:
1. Atletico Madrid 12
2. Zenit 5
3. FC Porto 4
4. Austria Wien 1
Bólkur H:
Ajax – Celtic 1-0 (0-0)
1-0 Lasse Schöne, 51
Barcelona – AC Milan 3-1 (2-1)
1-0 Lionel Messi, 30 br
2-0 Sergio Busquets, 39
2-1 Gerard Pique, 45 sjálvm
3-1 Lionel Messi, 83
Støðan:
1. Barcelona 10
2. AC Milan 5
3. Ajax 4
4. Celtic 3