Arsenal skal møta gomlum banamanni

Lutakast til 1/8-finalurnar hava verið morgun, og har vóru fleiri dystir millum stórlið.

Aftur í ár skal franska stórliðið PSG spæla móti Chelsea, meðan vit fáa eina endurtøku av finaluni í 2006 millum Arsenal og Barcelona. Harumframt skal italski risin Juventus brýna seg móti týska stórfelagnum Bayern München.

 

Hetta er triðja árið á rað at PSG og Chelsea møtast. Chelsea vann kvartfinaluna í 2014, meðan Paris vann 1/8-finaluna í vár.

 

Arsenal og Barcelona hava spælt fleiri ferðir móti hvørjum øðrum seinastu árini, men bæði í finaluni í 2006, í kvartfinaluni í 2010 og í 1/8-finaluni í 2011 var tað Barcelona, sum kom víðari.

 

Manchester City skal spæla móti Dynamo Kiev, meðan Real Madrid skal spæla móti Roma.

 

Lutakastið sær soleiðis út. Dystirnir verða spældir í seinni helvt av februar og fyrru helvt av mars næsta ár.

 

Gent - Wolfsburg

Roma - Real Madrid

PSG - Chelsea

Arsenal - Barcelona

Juventus - Bayern München

PSV - Atletico Madrid

Benfica - Zenith

Dynamo Kiev - Manchester City