Lagið var avbera gott í Arsenal leguni í dag, eftir at London felagið á heimavølli við 2-1 sigri á Liverpool hevði tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í FA Cup. Sigurin var serliga søtur, tí tað fyri stuttum var stór eyðmýking, tá ið Liverpool á heimavølli vann 5-1 á London liðnum.
Í Liverpool leguni var lagið minni gott. Norðurírski venjarin Brendan Rodgers var ikki í iva um, at hansara lið átti eitt brotsspark aftrat tí, sum Stevan Gerrard umsetti til mál. Tá varð støðan 2-1, og ein hálvur tími var eftir. Eitt stórt korter var farið, tá ið Alex Oxlade-Chamberlain legði Arsenal framum, og tíðliga í 2. hálvleiki økti Lukas Podolski um munin.
Liverpool venjarin var misnøgdur, tí hann helt,at brotið, sum varð framt ímóti Luis Suarez stutt eftir, at støðan var vorðin 2-1, var nógv meiri brotsspark enn støðan, sum bar brotssparkið við sær, ið var um sett til mál og harvið nýggjan spenning.
Lutakastið til fjórðingsfinalurnar lagaði tað soleiðis, at Arsenal enn eina ferð skal spæla ímóti felag úr Liverpool.
Everton verður mótstøðuliðið hjá Arsenal. Tað var greitt, tá ið Everton vann sannførandi 3-1 heimasigur á Swansea.