Í dag klokkan 17.00, verður tiltakið Ársins Leikari 2024 hjá FM1. Útvarpið hjá FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.
Ein av heiðrunum, ið skulu finnast er Ársins Dómari 2024 hjá monnum.
Tórshavnar Kommuna handar heiðurin til Ársins Dómari 2024 hjá monnum.
Hesir eru teir tilnevndu:
- Dagfinn Forná
Dagfinn telist millum royndastu dómaranir í bestu deildini hjá monnum og hevur dømt fast har síðan 2002. Í ár, hevur Dagfinn dømt 16 dystir í bestu deildini og tað, ið eyðkennir døminginar hjá Dagfinn, er hansara róliga lyndi og reglubundni hugburður. Enn eitt gott dómaraár frá Dagfinn, ið ger at hann telist millum teir bestu aftur í ár.
- Eiler Rasmussen
47 ára gamli Eiler hevur dømt fast í bestu deildini síðan 2001 og er sostatt royndasti dómarin av teimum tilnevndu, tá talan er um bestu deildina hjá monnum. Hann er væl dámdur av leikarunum og fólkið rundan um. Aftur í ár, hevur Eiler víst seg millum teir bestu dómararnir í ár, teir 13 dystirnar hann hevur dømt í Betri Deildini hjá monnum.
- Heini Viðoy
Hóast sín unga aldur, hevur 27 ára gamli Heini longu dømt 230 dystir í føroyskum fótbólti. Í desembur 2023 gjørdist hann FIFA dómari og dømdi seks altjóða dystir í ár, har ein av teimum var í UEFA Conference League. Av teimum tilnevndu, er Heini væl yngst og ongin ivi er um hansara ágrýtni fyri døming. Hetta er ein av framtíðar dómarunum í Føroyum og fyri Føroyar á altjóða støði. Samlað hevur Heini dømt heili 32 dystir í ár, harav 12 dystir í Betri Deildini hjá monnum.
- Jóhan Hendrik Ellefsen
37 ára gamli Jóhan Hendrik er ein av tveimum FIFA dómarum í Føroyum. Jóhan Hendrik hevur dømt tveir UEFA Conference League dystir, millum annað heimadystin hjá Víkingi við Gunnar Vatnhamar ímóti Egnatia. Í ár, hevur Jóhan Hendrik dømt 22 dystir, av hesum hava heili 16 verið í bestu deildini hjá monnum.
- Rúni Gaardbo
Rúni hevur dømt fast í bestu deildini hjá monnum síðan 2007. Í ár, varð Rúni valdur at døma steypafinaluna millum HB og B36. Dysturin varð leiktur í illveðri, men Rúni megnaði at leiða dystin í allar 120 minuttir, hóast umstøðurnar høvdu ávirkan á dystargongdina. Umframt flott dómaraavrik í steypafinaluni, hevur Rúni dømt 11 dystir í bestu deildini hjá monnum hetta árið.
Hesi hava stuðlað tiltakinum Ársins leikari:
##med2##