Sigrið Hansdóttir hevði eitt hendingaríkt vikuskifti júst farna vikuskifti. Á ársveitsluni hjá B36 bleiv Sigrið vald til ársins leikara hjá kvinnunum. Áleyparin skeyt 28 mál í 17 dystum, og er tað met fyri ein leikara, ið spælir sítt fyrsta kappingarár í bestu deildini hjá kvinnum.
Sigrið er einans 15 ár, og er hon yngsti leikari í søguni hjá B36, ið fær heiðurin sum ársins leikari.
Longu dagin eftir heiðurin skuldi Sigrið aftur á vøllin. Hesa ferð í høllini á Hálsi, har Neistin tók ímóti StÍF í Faxe Kondi kappingini.
Sigrið var fyri fyrstu ferð við á liðnum hjá Neista kvinnum, og hon gjørdi ikki mætari enn at skjóta fimm mál, tá Neistin vann 38-25 á StÍF.











