Ársins orð: Bíðilistar

Bíðilisti til psykiatriina, bíðilisti til vøggustovu, bíðilisti til pínuklinikk, bíðilisti til bústaðir, bíðilisti til ellisheim...Also hvat fyrigongur her?!

 

 

 

Hvussu ber tað til, at eitt land, sum er so væl fyri, kann veita so ringa tænastu, til ein so stóran part av fólkinum? 

 

 

 

Her eru nøkur fá dømi uppá, hvussu veruleikin sær út fyri fleiri, beint nú:

 

 

 

Sum smábarn er onki ansingartilboð til tín - jú, kanska, um foreldur tíni hava møguleika fyri, at sigla yvirum fjørðin, fyri at avlevera og heinta. (T.d. fáa børn úr Havn bjóðað ansingarpláss í Nólsoy).

 

 

 

Sum skúlabarn er onki sertilboð til tín, sjálvt um tær tørvar tað - ella jú, um tú ert so eydnusamur at ganga í einum av teimum fáu skúlunum, sum bjóða tað. Frítíðarskúla kunnu vit bjóða frá 3. flokki, men bert um tú ikki hevur nakran serligan tørv, tí tað hava vit sjálvandi ikki orku til!

 

 

 

Sum unglingi við ilt í sálini er ongin hjálp at heinta - ella jú, um tú líka heldur út í nøkur ár, meðan bíðilistin á psykiatriini arbeiður seg niðureftir.

 

 

 

Hevur tú fysiska pínu, sum t.d. nervapínu, mást tú eisini líka bíta tennirnar saman, inntil vit hava tíð til at hjálpa tær - vit snakka maks nøkur fá ár. 

 

 

 

Manglar tær tak yvir høvdið, ja, so mást tú líka búgva á sofuni hjá foreldrununum ella vinfólkum í nøkur ár afturat, tí útlitini eru ikki so góð beint nú.

 

 

 

Til alla lukku, so taka vit okkum gott av tær, tá tú ert blivin gamal! Ella, vit hava ikki pláss fyri tær beint nú, men um tú heldur út í nøkur fá ár afturat, so burdu vit kunna skaffa tær eitt pláss! Ein út, ein inn...

 

 

 

 

 

NEI, NÚ MÁ RAÐFESTINGIN BROYTAST!

 

 

 

Tá ið øll hesi á bíðilistunum ein dag endiliga sleppa framat, er normeringin fleiristaðni so vánalig, at tann tænastan, tey hava bíða so leingi eftir, slett ikki livir upp til teirra tørv! Flott!

 

 

 

Hesum vil Javnaðarflokkurin arbeiða fyri at broyta! 

 

 

 

Vit hava øll krav uppá eitt gott, trygt og virðiligt lív, óansæð! Óansæð status, aldur, bústað, upphav o.s.fr. Vit mugu hugsa langtíðarætlanir, og ikki bert bráðfeingis lappaloysnir!

 

 

 

Hvussu fáa vit bíðilistarnar vekk? Hvørjar íløgur mugu útsetast, fyri at vit fáa loyst hetta? Alt dettur aftur á raðfestingar!

 

 

 

Eg gleði meg til, vónandi, at vera við til at finna loysnir, veruligar haldgóðar loysnir!

 

 

 

Tí stilli eg upp fyri lista C, Javnaðarflokkin!

 

 

 

Write to Herborg Torkilsdóttir