Ása: Verjan riggaði í kvøld

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Ása á Dam Neystabø hjá Neistanum tekur samanum sigurin í Vestmanna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Ásu á Dam Neystabø, aftaná 37-26 (18-14) sigurin hjá neistakvinnum á VÍF norðuri í Vestmanna.

 

Ása heldur, at tveir lutir, sum gjørdi, at tað fór teirra veg í kvøld var, at verjan riggaði væl, og kontraspælið riggaði væl, har serliga hon og málverjin Fríða Petersen høvdu eitt genialt samanspæl, har Fríða Petersen sendi Ásu avstað við nógvum frírennarum.

 

- Tað er sendingunum hjá Fríðu fyri at takka, at tað eydnaðist so væl. Eg renni bara og bólturin kemur í mínar fingrar, so tað er heppið fyri meg, sigur Ása á Dam Neystabø, sum krediterar liðfelagan í Neista málinum fyri tey mongu málini hon skeyt í Vestmanna í kvøld.