Asfalt pallurin er komin upp

Asfalt byrjar kl. 19 í kvøld og í Tórsgøtu verður arbeitt við at gera klárt. Eins og í fjør er stóri pallurin á parkeringsplássinum við Sjómansheimið. Nógv er, ið skal gerast klárt áðrenn eitt tílíkt stórt tiltak, og nú Petur Skeel boðar frá góðveðri kann roknast við nógvum fólki framman fyri stóra uttandura pallin. Tí er eisini neyðugt við nógvari ljóðútgerð og hendan er so smátt við at vera komin upp á pláss á pallinum.