Asii Chemnitz Narup fýltist á, at avtalan veitti ikki grønlendingum kunnleika um, hvussu føroyingar hava skipað sína umsiting. Men tað ger hon, sigur Hans Enoksen, landsstýrisformaður, sum skrivaði undir avtaluna saman við Jóannesi Eidesgaard, løgmanni. Asii hevur ikki hugt nóg væl, sigur hann.