Aftaná eina tunga gongd við bert javnleikum og tapum komu landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen á sigurskós aftur sunnudagin.
Á LF Arena í Piteå eydnaðist tað heimaliðnum at vinna ein hart tiltrongdan 5-1 stórsigur á botnliðnum, Uppsala IK.
Ásla legði upp til 4-1 málið, ið Alexandra Hellekant setti í netið.
Piteå er nummar átta í deildini við 18 stigum. Tær hava nú sjey stig niður til Rosengård, sum er á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting aftaná lokið kappingarár.
Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Piteå dyst á útivølli í Stokkhólmi móti Brommapojkarna.
Piteå IF–Uppsala IK 5–1 (2–0).
(28) 1–0 Amirah Ali
(31) 2–0 Josefin Johansson
(74) 2–1 Amelia Olofsson
(75) 3–1 Sharon Sampson
(77) 4–1 Alexandra Hellekant
(86) 5–1 Alexandra Hellekant











