59 ára gamli maðurin, sum nú er skuldsettur í málinum um norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisaberh Hagen, verður útflýggjaður Noreg mánadagin komandi.
Tað upplýsir verjin hjá honum, Victoria Holmen, yvirfyri www.tv2.no.
Maðurin varð handtikin í Gøteborg fyrr í vikuni í samband við eitt annað mál, sum hevur verið narkotikakriminalitet at gera.
Norskir miðlar vita at siga, at hin 59 ára gamli áður er dømdur í revsimálum.
Norska kringvarpið skrivar eisini um handtøkuna og útfyggjanina.
- Soleiðis, sum vit vita, er hetta sami maður, sum nú er skuldsettur í málinum um Anne-Elisabeth Hagen.
Tað var hin 31. oktober í 2018, at norska ríkmanskonan sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog.
##med2##
Fleiri skuldsetingar hava verið í málinum hesi árini, men sum tíðin er gingin, hevur løgreglan tikið allar hesar skuldsetingar aftur.
Nú er so hesin maðurin skuldsettur fyri dráp - ella fyri at hava viðvirkað til dráp - av Anne-Elisabeth Hagen.
Sambært verjanum, Victoria Holmen, sigur maðurin seg einki hava við málið um norsku ríkmanskonuna at gera.











