Nicole Kidman við luksusskipi sum nú liggur í Havn

Nógv bendir á, at Hollywoodstjørnan Nicole Kidman er umborð á luksus skipi, sum liggur á Havnini

Nicole Kidman hevur seinasu dagarnar ferðast við luksusferðaskipinum Evrima hjá Ritz-Carlton Yacht Collection, sum nú liggur við bryggju á molanum í Havn

Seinastu dagarnar hevur kenda amerikanska sjónleikarkvinnan, Nicole Kidman, ferðast við luksusferðaskipinum Evrima hjá Ritz-Carlton Yacht Collection, sum nú liggur við bryggju á molanum í Havn.

 

Vit hava ikki fingið váttað, um Oscar-vinnandi sjónleikarin Nicole Kidman framvegis er umborð, men hon hevur seinastu dagarnar ferðast í Norðuratlantshavi saman við familju og gestum umborð á júst hesum skipinum.

 

Á Facebook og Instagram hevur hon lagt fleiri myndir út frá ferðini í Íslandi, har hon ferðaðist við Ritz-Carlton Yacht Collection.

 

– Beautiful country, trip of a lifetime, skrivaði Nicole Kidman og takkaði Ritz-Carlton Yacht Collection fyri at hava verið so góð við familju hennara og gestirnar.

 

– We love you Iceland!!, skrivaði hon eisini.

 

59 ára gamla Nicole Kidman varð millum annað avmyndað umborð á luksusskipinum, í heitum potti og á útferðum í íslendsku náttúruni. Íslendskir miðlar hava eisini skrivað um vitjanina hjá kendu sjónleikarakvinnuni.

 

Úr Íslandi til Havnar

 

Evrima fór úr Reykjavík 18. august á einari tíggju daga ferð, sum eftir Ísland gongur til Føroya, Hetlands og Skotlands og endar í London.

 

Sambært ferðaætlanini kom Evrima til Havnar í dag, 22. august, klokkan 8 og fer avstað aftur klokkan 15. Næsta steðgistað er Lerwick í Hetlandi.

 

Nicole Kidman er ein av kendastu sjónleikarakvinnunum í Hollywood. Hon hevur millum annað vunnið Oscar fyri leiklutin sum Virginia Woolf í The Hours og hevur havt høvuðsleiklutir í einari røð av stórfilmum og sjónvarpsrøðum.

 

Ferðin hjá henni í Norðuratlantshavi hevur vakt stóran ans í altjóða miðlum, eftir at hon sjálv deildi myndir frá túrinum við milliónum av fylgjarum sínum.

 

##med2##

 

 

 

Nicole Kidman hevur seinasu dagarnar ferðast við luksusferðaskipinum Evrima hjá Ritz-Carlton Yacht Collection, sum nú liggur við bryggju á molanum í Havn