Assange kann sleppa úr varðhaldinum

Hægstirættur í London hevur staðfest, at WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange, skal latast leysur ímóti, um hann ella onkur annar kann rinda umleið 1,75 millión krónur í veð.

Sostatt kom hægstirættur til somu niðurstøðu sum Westminster Magistrates Court, sum fyrradagin gjørdi av, at tann 39 ára gamli Assange kann latast leysur ímóti veðhaldi, hóast svensku myndugleikarnir vilja hava hann útflýggjaðan.

Verjin hjá Julian Assange, Mark Stephens, sigur, veðpeningurin er tøkur. Amerikanski filmsmaðurin Michael Moore hevur sagt, at hann er til reiðar at útvega peningin, um tað er neyðugt.