Asta Petrauskiene skal venja STÍF

Av Skála vóna tey eisini at fáa Sóley Mikkelsen heimaftur

Toppskjúttin í fremstu kvinnudeildini í fjør, litaviska Asta Petrauskiene, skal komandi kappingarár vera leikandi venjari hjá kvinnunum hjá STÍF. Eftir lokna hondbóltsárið í fjør setti STÍF seg í samband við Sóljuna og fingu at vita, at Asta Petrauskiene var leys av Sóljuni, og tí var ongin forðing í at seta seg í samband við leikaran

Litaviski spælarin og STÍF eru komin ásamt um ein eitt ára sáttmála, har Asta Petrauskiene umframt at venja og spæla við 1. kvinnuliði hjá STÍF, eisini skal venja øll kvinnuliðini í felagnum.

Málverjan úr Sóljuni við sær
Litaviski liðfelagin í Sóljuni, Kristina Griksaite, kemur við Astu Petrauskiene á Skála, har hon skal verja málið hjá STÍF í vetur. Málverjin í fjør, Ingun Mørkøre, skal undir útbúgving í Danmark, og verður tí ikki við í vetur.

Venjarin tvey tey seinastu árini hjá kvinnuliðnum hjá STÍF, rumenska Ileana Manolescu, er farin av landinum aftur, og hon verður ikki aftur at síggja á Skála. Ileana Manolescu var í Føroyum í trý, har hon umboðaði bæði Neistan og STÍF.

Hin rumenin hjá STÍF, Alina Olaru, fer ongan veg, og hon tekur enn eitt tørn við STÍF. Hetta verður triðja árið hjá rumenanum í Føroyum.

Møguliga eisini Sóley Mikkelsen
Ein av bestu kvinnuligu hondbóltspælarunum í landinum, Sóley Mikkelsen, er møguliga eisini á veg til STÍF. Sóley hevur tvey tey seinastu árini verið ein av høvuðsstuðlunum á meistaraliðnum hjá VÍF, og í løtuni umhugsar hon at flyta heimaftur til barndómsfelagið av Skála.

Tó er onki endaligt komið burturúr, men av Skála vóna tey sum vera man, at hon verður at síggja á STÍF-liðnum í vetur.

Fær STÍF Sóley Mikkelsen í hópin, skuldi tað avgjørt verið møguleiki at gjørt seg galdandi í ár, við tveimum so stórum profilum sum Sóley Mikkelsen og stórskjúttanum Astu Petrauskiene á liðnum.

Annars verður sagt av Skála, at kvinnuliðið er farið undir konditións- og styrkivenjing, og at tey gleða seg til hondbólturin fer á rull aftur.