Ein sigur í 19 dystum og 10 stig upp til bjargingina. Tað er tað, sum Aston Villa hevur at fyrihalda seg til, nú teir aftur í dag máttu leggja rygg til eitt tap. Enn verri var tað, at Norwich, sum vann 2-0 ímóti teimum, var við í botnstríðnum, men nú hevur vunnið seg enn longri frá Aston Villa.
Heima á Goodison Park mátti Everton leggja rygg til eitt tap í einum sera lívligum dysti, sum endaði við 4-3-sigri til Stoke. Marko Arnautovic gjørdist sigurharri í yvirtíðini, tá ið hann umsetti eitt brotsspark til mál.
Eisini Tottenham hevði tørv á einum máli í evstu løtu fyri at tryggja sær sigurin. Tað var innskifti suðurkoreanski landsliðsleikarin, Heung-Min Son, sum í 89. minutti tryggjaði Tottenham ein 2-1-sigur á útivølli ímóti Watford.
Newcastle hevur fingið lítið burturúr jólunum, tí aftur í dag máttu teir svørt-hvítu leggja rygg til eitt tepurt 1-0-tap. Hesaferð var tað West Bromwich, sum vann ímóti teimum, og aftur hesaferð var tað seint í dystinum, í 78. minutti, at sigurin varð fingin í hús.
Nú kl.17.30 verða tríggir dystir afturat í Premier League. Tá hittast Arsenal – Bournemouth, Manchester United – Chelsea og West Ham – Southampton. Úrslit og málskjúttar frá dystunum fyrr í dag vóru hesi:
Crystal Palace – Swansea 0-0 (0-0)
Everton – Stoke 3-4 (1-2)
0-1: Shaqiri, 17.
1-1: Lukaku, 22.
1-2: Shaqiri, 45.
2-2: Lukaku, 64.
3-2: Deulofeu, 71.
3-3: Joselu, 80.
3-4: Arnautovic (br.), 91.
Norwich – Aston Villa 2-0 (1-0)
1-0: Howson, 24.
2-0: Mbokani, 87.
Watford – Tottenham 1-2
0-1: Lamela, 17.
1-1: Ighalo, 41.
1-2: Son, 89.
West Bromwich – Newcastle 1-0 (0-0)
1-0: D. Fletcher, 78.