Astrid og Helena fingu heiður frá Margrethu drotning

Skipað var fyri hátíðarhaldi í Bygdahúsinum á Strondum í gjár, har tvær megnar kvinnur vórðu heiðraðar fyri sína tænastu í eldrarøktini.

Høvið var, at tær báðar, Astrid Anthoniussen og Helena Berthelsen, høvdu fingið tænastumedalju frá Margrethu drotning, nú tær hvør í sínum lagi høvdu verið í vinnu á eldraøkinum í meira enn 40 ár.

 

Tær fingu hvør sín heiðurssprota úr silvuri.

 

Astrid Anthoniussen er av Morkranesi. Her vaks hon upp var eitt av níggju systkjum. Í 1978 byrjaði hon sítt virki á eldraøkinum, sum tá varð rópt fyri Heimatænastan økið 3 á vestara armi við Skálafjørðin. 

 

- Hon byrjaði sum heimahjálp og arbeiddi fyri tað mesta á Strondum, Skála og Selatrað. Hetta var í tí tíðini, tá heimahjálpirnar vaskaðu upp og niður hjá eldri fólki, keyptu inn og matgjørdu. Seinni hevur hon arbeitt á Sambýlinum á Skála, og nú arbeiðir hon á Sjóvarlon á Strondum.

 

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag verður gjørt burtur úr tiltakinum á Strondum, og her verður gjørt burtur úr teimum báðum, sum tæntu eldrarøktini í so mong ár.

 

- Helena Berthelsen vaks upp á Hellunum sum eitt av 8 systkjum. Hon er gift Jónasi Berthelsen, og tey búgva við Sjógv á Strondum. Hon byrjaði at arbeiða á eldraøkinum í 1978. Fyrst sum heimahjálp á Skála og á Strondum. Helena hevur eisini verið leiðari í heimarøktini, og hon er framvegis í starvi á Sjóvarlon.

 

Tær eru báðar bornar í heim hin 8. november í 1951.

 

Undir hátíðarhaldinum í Bygdahúsinum á Strondum í gjár heilsaði leiðarin á Sjóvarlon, Gunn Olsen, teimum báðum og takkaði teimum hjartaliga fyri drúgva tænastu og dygdarverk í áratíggjur.

 

Formaðurin í stýrinum fyri Roðan, sum er eldrasamstarvið við Skálafjørðin, Tórbjørn Jacobsen, helt eisini eina røðu, har hann takkaði teimum báðum fyri øll hesi árini.

 

##med2##

 

Tað var eisini borgarstjórin, sum vegna hennara hátign og saman við leiðaranum í Roðanum, Jóngerð Guttesen, ið handaði Astrid Anthoniussen og Helenu Berthelsen heiðurssprotarnar úr silvuri.

 

Eftir hetta varð felagssangur sungin og Hallur, Debbi og Jóanes spældu nakrar sangir fyri teimum, sum vóru møtt til heiðurs fyri tær báðar, sum nú hava fingið heiðurstekini fyri sína starvstíð.

 

- Eitt langt virkisskeið í almennari- og kommunalari tænastu við flógvum lógvum og fjálgum hondum varð hóskiliga hátíðarhildið í Bygdarhúsinum á Strondum, vita tey at siga á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.

 

##med3##