Langt er millum fløgurnar við tungum rocki í Føroyum, eins og tað er langt millum fløgurnar við bólkum, ið hava rót í syðra enda av landinum.
Men í morgin kemur fløga út, ið bøtur um alt hetta. Tá gevur Asyllex sína fyrstu fløgu út. Bólkurin spælir harðan, ella tungan, tónleik, og bólkurin er av Tvøroyri, har fløgan eisini er tikin upp.
Talan er um ungar menn, ið hava sín tónleikauppruna í ungdómshúsinum á Tvøroyri, og í tónleikaundirvísingini á Tvøroyri. Bólkurin hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg, eittnú tá kappingar hava verið innan harða tónleikin.
Asyllex eru Hans Hammer á sang og lead guitar, Luka radosavljevic rytmu guitar, Andreas Jacobsen rytmu guitar, Finnur Nielsen bass og Bogi Petersen trummur.
Gesta tónleikarar á heldur stilla lagnum Child Of War eru Finnur Hansen tangentar, Eyðun Nolsøe 12 st guitar, Tróndur Enni Acc guitar, trompet og march trummu. Tað er Drós Ákadóttur sum syngur hesa duettina Child Of War saman við floksfelaga sínum Hans Hammer.
Fløgan hevur verið í ger í eitt ár, og er fløgan upptikin í Enni studio´s á Tvøroyri, og trummurnar vórðu upptiknar í Studio Bloch í Tórshavn.
Mixað og mastrað hevur sera dugnalige norski Arvid Tjelta, sum er kendur innan metal heimin ígjøgnum youtube.
Asyllex eru alt ungir menn, sum ganga á triða ári á miðnámskúlanum í Suðuroy.
Tað er TUTL Records sum gevur fløguna út, og hon kemur á hillarnar í morgin - fríggjadag tann 10 mars 2017.
Høvuðs sponsorur á fløguni er Tróndur Enni, sum hevur sponsorerað studiotíðina til Assylex hetta árið.
Sjónbandaløg frá Asyllex sýggjast her:
https://www.youtube.com/watch?v=M1UW_TfJbL0