At búgva í Runavík anno 2004

   

Tóta Árnadóttir
????????????

Fyri skjótt 10 árum síðani flutti undirritaða til Runavíkar. Tað var meðan kreppan enn lá yvir landið og stemningurin av at alt var meira ella minni í bíðistøðu var nakað tann sami allastaðni. Eg hugsaði tí ikki stórvegis um, at tað var so alstórur munur á lívinum í Havn og so her inni á tí vakra Skálafjørðinum. Men hesi seinastu tíggju árini er mangt broytt, samfelagshjólini fóru at mala aftur uppá gott og ilt, og nógva staðni hava vit sæð menning á fleiri økjum, bæði búskaparliga og mentanarliga. Eisini inni á Skálafjørðinum hevur menning verið, og í kommununi, sum í sínum búmerki hevur sloganið
"Ein kommuna í menning", kanska eina mest. Men hvat er hetta fyri menning? Vinnulívið er ment, og nýggj hús vera bygd. Ein nýggjur barnagarður er komin. So far so good.
Men hvat er hent á mentanarøkinum? Jú, her eru vit enn í somu bíðistøðu sum fyru 10 árum síðani. Sunnudag seinnapartur tykist verða idealstøðan hjá teimum sum ráða fyri borgum. Møtir, ein biltúr um veðrið er gott, kanska eina hendinga klassiska konsert í býráðshøllini. Av og á ein "rimmar dansur" til frama fyri okkurt ítróttarfelag. Ein nevnd er sett at tosa um mentanarhús, tað er í roynd og veru tað, ið er hent uppá 10 ár. Seinast eg frætti, var ætlanin at sláa eitt tílíkt hús saman við onkrum slagi av ítróttarhúsi, ja, tí er fótbóltur kanska ikki eisini mentan? (Jú tað er tað, líkasum hondbóltur, bindiklubbar, skerpikjøt, missiónsmøtir, føroyskur dansur og postalínsmáling..... men tað er kortini munur á, og alt kann ikki bara koyrast í sama pott).
Meðan børnini eru smá krevst kanska ikki so nógv av tilboðum annað enn ansingarmøguleikar fyri tey, ið hava tørv á hesum og so tað vanliga; fimleikur, sunnudagsskúli fyri tey, ið tíma tað, onkur hendinga tiltøk av øðrum slagi. Og tá ið tey koma í skúlaaldur, koma so kvøldskúlatilboðini og aðrar ítróttargreinar afturat. Tað er sum so OK, ein kann ikki fáa alt, ið ein kundi hugsað sær á einum kortini ikki so stórum plássi. Fyri tey gomlu í býnum eru eisini skipaði tiltøk mest sum hvønn dag í vikuni, við dugnaligum starvfólki og til stóra gleði fyri henda bólk av íbúgvum. Tað er alt samalt sára gott.
Men millum tey 12-13 ára gomlu og tey yvir 67 er eitt veldugt glopp. Tey ungu hava tveir møguleikar: ítrótt ella møtir. Tey tilkomnu tykjast vera nøgd við parabolirnar og ein Havnatúr í bilinum við hvørt. Tað er eyðsæð at meirilutin helst er vælnøgdur, tey hava jú valt núverandi býráð og munnu tí ikki halda orsøk vera til broytingar. "Gongur tað kanska ikki óluksáliga væl við vinnulívinum?" Hetta tykist vera niðurlagið. Men tað finst kortini ein stórur minniluti her á staðnum, sum kennir seg fullkomuliga knúskaðan av líkasæla meirilutanum. Trupulleikin er bert, at so skjótt tú hevur hug at seta onnur krøv fram, er tað sum um svarið er so einfalt "dámar tær ikki hetta, so kanst tú bara fara onkra aðra staðni". Lætt sloppið og neyvan haldgott í longdini, málið kann væl ikki verða, at vit øll skulu vera eins og dáma øll tey somu tingini. Ella at Runavík bert skal vera fyri eitt slag av fólki, sum fær tað tey vilja hava, meðan hini so dánt verða told, so leingi tey tega.
Eitt er at kommunan als ikki tykist vilja standa við sína ábyrgd yvirfyri ungdóminum - t.d. við at útvega líkinda ungdómshús, har ymisk og fjøltáttað tilboð áttu at verið fyri henda bólkin av borgarum.
Annað er at hon beinleiðis leggur seg út í og uppá ein fullkomuliga avoldaðan máta ger seg til klóku mostir hjá okkum øllum, sigur okkum hvat okkara ungu skulu gera og ikki gera og leggur fót fyri at ein sum Kenneth Rasmussen sleppur so mikið sum at royna at fáa eitthvørt á føtur fyri henda bólkin. Tað er forkastiligt og ber boð um ræðandi snævurskygni. Tí hvør orkar at blíva við at royna og royna at gera nakað nýtt í einari kommunu, sum sær tað sum sína fremstu uppgávu at vera dadda hjá sínum borgarum og sum drívir missiónsvirksemi av býráðskrivstovuni? Gamaní, tað skal vera pláss fyri tí virkseminum eisini og tað er óivað fyri at føra tílíkan politikk, at tey sum settu seg tvørt fyri í hesum førinum eru vald. Men eitt er at geva pláss fyri tí andaliga og skikkiliga, annað er at køva alt sum fer út um teirra persónliga mark, bara tí at tey ikki kundu hugsað sær at luttikið í tílíkum "ólevnaði". Hvussu høvdu tey hugsað, um tey "verðsligu" á sama hátt fóru inn og saboteraðu sunnudagsskúlavirksemið á staðnum, tí at tað ikki samsvaraði við teirra uppfatan av sunnum ítrivi fyri smábørn?
Eg eri farin at stúra fyri hvussu ungdómurin hjá mínum børnum fer at laga seg, um tey framhaldandi fara at búgva her. Misskil meg ikki, eg havi ikki nakað ynski um at mínar døtur partout skulu drekka seg frá sans og samling hvørt vikuskifti, tá tær koma í tann aldurin. Men eg vil 1000 ferðir heldur at tær sleppa at traðka síni fyrstu fet út í eitt livandi ungdómslív á staðnum, har tær búgva, enn at tær skulu verða noyddar at leita sær uttanbýggja fyri at sleppa í býin. Fyri meg er tað hugstoytt at hugsa sær, at valið hjá teimum kemur at vera avmarkað til ungdómsmøti á Glyvrum ella í Berøa ella rukkukoyring til Havnar í vikuskiftinum. Okkurt tilboð átti at verið, sum lá onkustaðni harímillum. Sum nú eitt dansistað her á staðnum. Eg havi fult álit á, at tey ungu í dag sum heild duga at handfara tað at tað verður skonkt eitt stað, og tey sum ikki duga sær hógv skulu nokk koma sær í óføri, sama um dansi- og skeinkiloyvi verður afturhildið í Runavík. Tey hava brúk fyri øðrum og meira enn forboðum, um tey skulu røkkast og hjálpast. Tað einasta tú fært burturúr at nokta at hava slík tilboð her á staðnum er, sum onnur hava gjørt vart við, at sannlíkindini fyri fleiri syndarligum ferðsluvanlukkum standa við og økjast.
Tey sum hava tikið avgerðina um at nokta Kenneth Rasmussen loyvi at skipa fyri dansi við skeinkiloyvi, hava fylgt ov illa við í hvat ið fer fram í Runavík anno 2004. Ella eisini velja tey at lata eyguni aftur fyri tí og vaska sínar hendur. Mær er sagt, at tey 15-16 ára gomlu gjalda tilvildarligum bilførarum fleiri hundraðtals krónur fyri at sleppa til Havnar. Ynskja foreldrini veruliga at hetta skal halda fram? Fara tit at velja hasi fólkini enn einaferð?
Vónandi ber tað til at broyta hasa púra høpisleysu avgerðina; tó vita vit at mál hava mangan verið súltað og tað kunnu helst ganga fleiri ár áðrenn ein møguleiki sum hesin aftur kemur á býráðsborðið. Um tit ongum øðrum vilja lova framat at gera nakað fyri ungdómin, gerið so um ikki annað okkurt sjálvi! Útvegið eitt nútímans ungdómshús at byrja við.
Ella skal tað í alla framtíð bara eita: Runavíkar kommuna - ein kaikantur í menning?