Eftir at hava fyrireikað eina altarbólk og eina ritualbók í nøkur ár, er henda nú klár at taka í nýtslu í kirkjum okkara um nøkur ár.
Tað var annars undanfarni biskupur, Hans Jacob Joensen, sum setti eina nevnd av prestum at arbeiða fram ímóti eini slíkari bók. Seinni hevur so Jógvan Fríðriksson staðfest hesa arbeiðsnevndina, sum nú hevur lagt eitt fullfíggjað uppskot til altarbók fram og arbeiðir víðari við ritualbókini.
Sum ein liður í arbeiðsgongdini hevur Altarbókin verið til hoyringar millum prestarnar, ið fingu møguleikan at gera skrivligar viðmerkingar.
Í arbeiðsnevndini sita sóknarprestarnir Jónsvein Bech, Meinhard Bjartalíð, Anne Mette Greve Klemensen og Emil Olsen. Skrivari í nevndini er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, og týsdagin var álitið um Altarbókina búgvið at handa biskupi. Hann fer víðari við hesum áliti til eina nýggja nevnd, sambært Løgtingslóg .
Tann nýggja nevndin skal fara ígjøgnum álitið, og skal meta um og gera eitt tilmæli til biskupin. Tað er løgmaður, ið løggildar Altarbókina eftir tilmæli frá biskupi.
Biskupur fer at heita á Prestafelagið og Felagið fyri Kirkjuráðslimir um at manna nýggju nevndina. Eftir ætlan verður Altarbókin løggildað Lutherárið 2017.
Altarbókin verður útgivin uttan løggilding sum ein royndarútgáva um kirkjuársbyrjan fyrst í desember mánað í ár ella so skjótt sum møguligt.
So kunnu kirkjuráðini og prestarnir taka støðu til, um tey ynskja at royna nýggju Altarbókina, áðrenn hon verður endaliga løggildað.