Leikstjóri er Jannik Johansen (f.1965). Kveiktur av hendingunum fer hann aftur um søguna um listarliga ránið og lýsir teir báðar óphepnu tjóvarnar, faðir og son, sum uttan at vita av tí, stjala skeiva málningin, ein virðismiklan Rembrandt.
Hóast filmurin enn ikki er frumsýndur alment, hevur Norðurlandahúsið longu tryggjað sær filmin til skránna hjá Klippi, Filmsfelagi Norðurlandahúsins í vetur. Sýningarnar hjá Klippi verða mikukvøld og filmurin »Rembrandt«, sum hevur Lars Brygman, Nikolaj Coster Waldau og Paprika Steen í høvuðsleiklutunum, verður sýndur 12. november 2003.
Fyrsti filmur í sýningarskránni hjá Klippi verður »Dogville« eftir Lars von Trier.