Eli Hentze
Hylurin verður henda dag hitaður, so at børnini og kanska serliga foreldrini ikki gerast ov køld. Higartil tykist undirtøkan at vera stór. Herfyri var lítli hylurin nærum fullsettur av glaðum børnum og enn glaðari foreldrum, sá tað út til.
Frá tí Meginskúlin varð bygdur hevur høllin bæði verið fimleika/svimjihøll. Vetrarhálvárið er gólv á, meðan summarið bjóðar Sandoyingum svimjing. Stórt spell er tað tó, at hylurin ikki verður brúktur meira. Bert tværreisur um vikuna hava Sandoyingar høvi at svimja. Tað er og hevur eisini altíð verið ein trupulleiki at fáa skipað viðurskiftini viðvíkjandi svimjingini. Tað vildi verið ynskiligt, nei ikki ynskiligt, men eitt krav, at myndugleikarnir á staðnum fingu hesi viðurskifti í rættlag, soleiðis at greiðar reglur valdaðu á hesum øki. Eitt minstakrav má verða, at tann, ið stendur fyri svimjingini hevur røttu útbúgvingina, um nú nakað skuldi hent. Sum nú er valdar skilaloysi á hesum øki. Rættast hevði verið, um myndugleikarnir settu fólk í starv at tikið sær av tí almennu svimjingini í Sandoynni. Um hetta ikki letur seg gera, eigur almenna svimjingin at halda uppat, ongantíð ov skjótt. Tað, sum fer fram í løtuni er ábyrgdarloysi út um alt mark, so er tað sagt!!!
Týsdagar hava, sum sagt, børn undir skúlaaldur saman við foreldrum møguleikan at dusa sær í vatninum. Av týdningi er tað, at børn longu frá allarfyrstu byrjan fáa møguleika at venja seg við vatnið. Hesin møguleikin er gyltur, so vónandi fáa enn fleiri foreldur hug at taka lut. Vit síggjast í hylinum!!