Tilmæli
Tilmælið, sum Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag hava latið landsstýrismanninum, er í 12 punktum. Aftrat hesum eru fimm punktir nevnd, sum feløgini halda, at myndugleikar og vinna miðvíst eiga at arbeiða við til tess at menna kappingarførið í høvuðsvinnuni.
Tilmælið er soljóðandi:
1) Mælt verður landsstýrismanninum til í kunngerð at
áseta reglur, sum ikki loyva proformasølu av ráfiski.
2) Allur fiskur, sum verður útfluttur óvirkaður úr Føroyum,
skal av loyvishavaranum (skipinum) bjóðast út um føroyska góðkenda uppboðssølu, og loyvt skal vera øllum - eisini útlendingum ? á jøvnum føti við føroyskar fiskakeyparar at bjóða uppá og keypa fisk frá føroyskum fiskiførum.
3) Fyri fiskasløgini, tosk, hýsu, longu, brosmu, kongafisk,
svartkalva og havtasku, verður umframt ásetingarnar undir stk. 1 og 2 ásett, at minst 50% av árligu nøgdini hjá hvørjum fiskifari sær av hesum fiskasløgum, verður støddarflokkað umborð ella í landi, bæði tá ið talan er um, at fiskurin fer til virkingar í Føroyum ella verður fluttur óvirkaður av landinum. Hetta verður í fyrsta umfari sett í verk sum ein royndartíð, galdandi frá 1. mars 2005 til 1. mars 2006. Partarnir útgreina støddarflokkingina í felag.
4) Í og eftir royndartíðina verður mett, um skipanin við
støddarflokking fyri fiskasløgini, nevnd undir stk. 3, hevur rokkið sínum endamáli. Tá verður eisini mett, um skilagott er at gera eina skipan fyri onnur fiskasløg enn tey omanfyri nevndu. Trý umboð fyri ráfiskakeypararnar og trý umboð fyri ráfiskaseljararnar saman við einum persóni, sum teir semjast um, meta um skipanina og koma við uppskoti um víðari gongd. Metingarstøðið er, um støddarflokkingin hevur viðvirkað til, at meira er virkað í Føroyum, og um støddarflokkingin hevur givið hægri prís/ vinning.
5) Serstøður sum t.d. í løtuni við upsa, har skip bjóða fisk
alment til sølu í Føroyum og einki veruligt boð fæst, hvørki frá føroyskum ella útlendskum fiskakeypara, kunnu loyva beinleiðis landing uttanlands og/ ella flutningi beinleiðis úr Føroyum. Nevndin, sum er nevnd í pkt. 4, skal útgreina nærri, hvat hugtakið "veruligt boð" merkir. Hetta er treytað av, at fiskurin er boðin út av góðkendari uppboðssølu, ið váttar yvirfyri avvarðandi myndugleika, at einki boð er fingið fyri fiskin. Hetta verður ikki ávirkað av avmarkingarhámarkinum um landing beinleiðis uttanlands (sí stk. 10), men fylgir annars øllum hinum ásetingunum.
6) Aðrar serstøður eru, tá ið virkini ikki kunnu keypa/ virka
fisk, sum t.d. orsakað av frítíð og verkføllum kunnu loyva beinleiðis sigling til útlendskan marknað. Endaligt loyvi krevst av avvarðandi myndugleika. Hesar serstøður við fiskinum verða ikki ávirkaðar av avmarkingarhámarkinum um landing beinleiðis uttanlands (sí stk. 10), men fylgja annars øllum hinum ásetingum.
7) Fyri at tryggja virkjunum eina javna tilgongd av fiski, bestu góðsku og skipunum besta prís, verða upplýsingar um øll viðkomandi veiðitøl samskipað av góðkendari uppboðssølu, sum sendir tær til allar áhugaðar fiskakeyparar.
8) Samstundis verður heitt á Fiskimálaráðið um at gera nýggjar reglur um uppgerð av fiskidøgum, sum eggja skipunum at gera styttri túrar.
9) Veiðifør, sum ikki eru partar av fiskidagaskipanini, koma undir allar ásetingar, tó við teimum undantøkum, ið nevnd eru undir pkt. 10.
10) Skip, sum eru í beinleiðis veiði eftir fiskasløgum, sum stinglaksi, langasporli, hávi, kikarafiski við meira, og sum tað ikki finnast fiskakeyparar til í Føroyum, verða undantikin ásetingunum, ið nevndar eru, á túrum, tá ið nevndu fiskasløg eru meira enn 50% av veiðini. Arbeitt eigur at vera fyri at menna virkingina á landi í Føroyum av hesum fiskasløgum, soleiðis at skaptar verða fyritreytir fyri, at frægastu marknaðarprísir eisini kunnu fáast fyri hesi fiskasløg.
11) Mælt verður til, at parturin, sum kann landast beinleiðis uttanlands, verður 25% fyri hvørt triðingsár, og at mótrokningin fyri landingar omanfyri hetta, verður sum nú við fiskidøgum fyri tey skipini, sum eru í fiskidagaskipanini. Fyri tey skip, sum ikki eru partar av fiskidagaskipanini, verður kravt eitt avgjald svarandi til í mesta lagi 30% av søluvirðinum av tí nøgd, ið avreidd er ov nógv uttanlands í útrokningartíðarskeiðinum.
12) Nevndin í pkt. 4, ið metir um skipanina, skal eisini meta um skipanina í síni heild og vísa á trupulleikar og uppskot til loysnir.
Myndugleikarnir og vinnan eiga miðvíst at arbeiða við at menna kappingarførið í høvuðsvinnuni við at:
a. Menna logistikkin úr Føroyum til marknaðin
b. Menna logistikkin innanlendis í Føroyum við at avtaka kappingaravlagandi reglur so sum, at skip undir FAS ikki kunnu sigla frakt millum oyggjarnar
c. Stuðla felags sølu og marknaðarføringstiltøkum til frama fyri alla vinnuna
d. Stuðla undir framleiðslu av alternativum fiskasløgum, og at øll rávøran verður gagnnýtt á bestan hátt
e. Stuðla vinnugransking innan veiði-, reiðskaps-og framleiðslutøkni.
Tilmælið er undirskrivað av Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag.