At umsita á fullgóðan hátt .....

Sat og hugdi at Degi og Viku hóskvøldið. Løgmaður varð spurdur um, hví hann hevði sagt landsstýrismannin í innlendismálum úr starvi. Svarið var, at hann sum løgmaður hevði ábyrgdina av, at landsstýrismenn til eina og hvørja tíð umsótu teirra málsøki á “lógligan og fullgóðan hátt”. Hetta er sjálvandi rætt, men so legði hann afturat, at hann ikki politiskt kundi liva við, at Jacob Vestergaard hevði givið tænastuboð til Strandferðslustjóran, og harvið lagt seg út í starvssetingar á stovninum

Tað, sum løgmaður ikki segði nakað um, var, at líka so væl sum, at hann hevði ábyrgdina av embætisførsluni hjá landsstýrismanninum, so hevði landsstýrismaðurin ábyrgdina av embætisførsluni hjá Strandferðslustjóranum. Nú havi eg møguliga ikki fylgt nóg væl við í øllum smálutum hesi søk viðvíkjandi, men so vítt eg havi kunnað sett meg inn í viðurskiftini, snýr málið seg um, at tveir skiparar á Smyrli eru sagdir úr starvi, tí teir hava fyllt 67 ár, men beint aftaná hevur landsstýrið broytt reglurnar fyri aldursmark til 70 ár.

Jóannes Eidesgaard og eg sótu báðir í landsstýrinum, tá tíðirnar vóru øðrvísi enn nú. Vit føldu okkum tá noyddar til at broyta reglurnar fyri fráferð hjá landsins tænastufólki frá at kunna bíða til 70 ár til at skula fara frá við 67 ára aldur. Nú hevur landsstýrið aftur broytt reglurnar – fleiri ár ov seint – til tað tær vóru, nevniliga at kunna fara frá við 67 ára aldur, men skula fara frá, tá ein fyllir 70 ár. Rundskriv er síðani sent út um hetta. Í hesum skrivi stendur so eisini, at um ein í almennari tænastu hevur fingið uppsøgn vegna 67 ára aldur, men ikki er farin úr starvi, tá skrivið kom, kann viðkomandi halda fram í starvinum, men bert eftir umsókn til Fíggjarmálaráðið og við góðkenning frá hesum Ráðið.

Strandferðslustjórin søkir síðani Fíggjarmálaráðið um, at hesir báðir skipararnir kunnu halda fram í starvinum, men fær noktandi svar. Samstundis fær hann at vita frá sínum myndugleika, Innlendismálaráðnum og tess landsstýrismanni, at ynskiligt er, at skiparnir halda fram. Stjórin handlar síðani, aftaná at hava fingið tvær sýtingar frá Fíggjarmálaráðnum, men uttan at bíða eftir nærri boðum frá sínum myndugleika, við at seta nýggjar skiparar. Av hesi orsøk fáa vit ruðuleikan og harvið eina “sak” burtur úr tí.

Tá vit broyttu uppsagnaraldurin til 67 ár var arbeiðsloysi í landinum. Nú er tørvur á meiri arbeiðsmegi og uppsagnaraldurin verður aftur broyttur til 70 ár. Við hesi broyting er sjálvandi ætlanin, at so nógv sum møguligt vera verðandi í starvi til 70 ára aldur. Hetta er sjálv intentiónin í nýggju samtyktini. Tað eiga øll aðalráðini og allir landsstýrismenn, eisini Fíggjarmálaráðið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at vita. Tá sagt verður í rundskrivinum, at umsókn skal sendast Fíggjarmálaráðnum um góðkenning av persónum, sum “detta niður í millum” í eini stuttari skiftistíð, skal Fíggjarmálaráðið sjálvandi sambært intentiónina í nýggju reglunum góðkenna umsóknina, og bert um serligt talar í móti kann hon sýtast.

Spurningurin hjá mær er tí, um ikki Fíggjarmálaráðið hevur brotið nýggju reglugerðina við at sýta at teir báðir 67 ára gomlu skiparnir kunnu halda fram í starvinum til teir verða 70 ár. Ráðið eigur bert at kunna nokta, um okkurt heilt serligt talar í móti góðkenning. Eftir míni uppfatan hevur løgmaður tí bert gjørt hálvt arbeiði, tá hann sigur seg hava kannað embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í innlendismálum. Hann eigur eisini at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og um nakar logikkur er í støðutakan løgmanns, so verður hann noyddur til eisini at siga fíggjarmálaráðharran úr starvi. Um hann ikki ger hetta, so má hansara egna embætisførsla kannast og misálit setast fram í tinginum, og so eru vit langt úti.

Politiska skipanin í Føroyum kundi verið sloppin undan øllum hesum ruðuleikanum, um bert Fíggjarmálaráðið hevði gjørt sína skyldu og góðtikið umsóknina frá Strandferðslustjóranum um skiparnar báðar, áðrenn hesin setti aðrar í starv. So hevði stjórin framvegis sitið í sínum starvi og innlendismálaráðharrin eisini, og sloppið varð undan at halda aðrar nýsettar skiparar fyri spott.

Eisini hevði verið sloppið undan at spilla dýrabaru tíðina hjá Løgtinginum at brúka næstan ein heilan dag til nyttuleysa spurnarorðaskifti um hetta mál, tá bert góðir 14 dagar eru eftir til at avgreiða eini 80 mál beint undan einum vali, sum átti at veri hildið fyri einum tveimum mánaðum síðani.