»Extremt usmagligt«.
Tað er støðan hjá Greenland+, sum felagsskapurin hjá LGBT+ í Grønlandi, eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, staðfesti, at hann fór ikki at taka undir við, at Søren Pape Poulsen verður forsætisráðharri í Danmark - tí at hann er samkendur.
Útsøgnin vakti ans í Danmark - og nú eru tíðindini eisini komin til Grønlands. Í hesum sambandi heita tey í Greenland+ á grønlendsku valevnini til fólkatingsvali um at venda sær frá Jenisi av. Rana og hansara útsøgnum um samkynd.
– Tað er andstyggiligt at ein topp-politikari sigur síkt, siga tey í Greenland+ við Sermitisaq. Tey leggja afturat, at teirra hjørtu banka fyri øll samkynd í Føroyum, at tey skulu leggja oyru til ómenniskjanslig orð sum hesi frá einum politikara.
Tey í Greenland+ vísa á, at vit kunnu halda hvat vit vilja um Søren Pape sum politikara, men tað er ein heilt onnur søga at døma hann útfrá tí kynsliga samleika hann er føddur við.
Tey halda, at skal kynsligur samleiki dragast upp í valstríðið, skal tað bara vera fyri at tosa um, hvat næsti forsætisráðharrin ætlar at gera við tað, at samkynd framvegis eru fyru órætti – sum útsøgnin hjá Jenisi av Rana er eitt dømi um.