Atgongumerkjasølan til Føroyar-Kosovo byrjar mikudagin

Mikudagin klokkan 12 mugu fólk vera klár at bíleggja

Mynd: Andrei Antal - HSF

HSF skrivar: - Komandi mikudag, tann 11. september klokkan 12.00, koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin Føroyar – Kosovo til sølu. Atgongumerkini koma til sølu á atgongumerki.fo og kosta 150 kr.

 

Heimadysturin, sum verður leiktur mikudagin 6. november klokkan 19.00, er hin fyrsti í EM26-undankappingini, har Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo. Skrivar HSF. 

 

Mynd: Andrei Antal - HSF