Um 10-tíðina í morgun kom Athena á Skálafjørðin. Hon er sleipað úr Falmouth til Føroya, og nógv bendir á, at hon verður umvæld hjá MEST. Athena, sum Thor eigur, kom í morgun á Runavík, har hon skal liggja í eina tíð. Gunnbjørn Joensen, reiðari, sigur, at teir nú fara at tøma skipið fyri útgerð, og síðani skal útbjóðingartilfar gerast.
Tað hevur verið upp á tal, at Athena skal umvælast í Føroyum, men tað er ikki tikin endalig avgerð um hetta enn.
Gunnbjørn Joensen sigur, at hann veit einki at siga um nakra tíðarætlan enn, og fyrr enn útbjóðingartilfarið er klárt, ber heldur ikki til at siga nakað um kostnaðarætlan.
Hans Andrias Joensen, sum er hin reiðarin hjá Thor, hevur áður sagt, at tað í síðsta enda er upp til tryggingarfelagið at gera av, hvar Athena verður umvæld.