Á pallborðsfundinum 4/11, har eldraøki var umrøtt, komu fleiri viðkomandi evni fram, umvegis spurningum frá búfólki og starvsfólki.
Millum annað varð víst á, at atkomuligheitin umkring ellis- og røktarheim ikki er nøktandi, tí útilendi og vegirnir krevja ábøtur. Hetta avmarkar okkara eldru í at røra seg frítt, og lívskvaliteturin avmarkast, tá tey eldru ikki verða stimbraði og virkin umvegis uttandura aktivitetum. Eisini var gjørt vart við, at tað ikki verður fríðka um og viðlíkahildið uttanfyri stovnarnar. Ei heldur er trygt at ferðast uttanfyri, vegna vantandi ljós. Hetta er als ikki í lagi, og vitnar um vantandi virðing fyri búfólki á ellis- og røktarheimum. Bussleiðin átti eisini at betrast til og frá Boðanesheiminum, so búfólk lættari kunnu fáa vitjan. Mest av øllum harmist eg um, at tað eisini var sipa til, at stór starvsfólkaútskifting er á eldraøkinum, og hetta allarhelst tí økið ikki verður raðfest.
Vit skulu hava húsavørðar til hvørt ellis- og røktarheim, umframt eftirlit av, um røktin og viðlíkahaldsarbeiðið er nøktandi. Tað skal vera atkomiligt og trygt hjá búfólka at ferðast uttanfyri. Eisini skal fríðkast um umkring røktar- og ellisheimini. At enda mugu vit lurta eftir starvsfólki, tá tey siga at normeringin ikki strekkir til, og gera okkara fyri at gera eldraøkið til attraktiv og lokkandi arbeiðspláss.
Jóhan Carl Dam – Valevni á Lista E