Atkvøðan endar í morgin

Í morgin endar atkvøðugreiðslan um, hvør skal gerast formaður í Fiskimannafelagnum tey komandi árini.

Til formansvalið eru uppstillað trý valevni: Verandi formaður Óli Jacobsen og avbjóðarar hansara, Dan R. Petersen og Jan Højgaard.
Hesi trý valevnini hava gjørt sítt til at fáa fiskimenn at atkvøða fyri júst sær. Millum annað hava tey luttikið í beinleiðis kjaki í sjónvarpinum og á fundi á vinnuskúlanum herfyri.
Ikki fyrrenn upptalt er, fæst tó at vita hvør teirra verður formaður í Fiskimannafelagnum.
Annars hevur Norðlýsið havt eina kanning á heimasíðu sínari, um hvør lesarar teirra vænta verður nýggjur formaður.
Eftir hesi kanningini at døma fer Óli Jacobsen at halda fram í hesum starvi, tí nærum helmingurin meta tað.
Íalt hava 2448 verið inni og atkvøtt, og av hesum vænta 48 prosent at Óli verður valdur, meðan hini bæði valevnini býtast um restina.
Jan er kortini eitt vet frammanfyri Dan í kanningini: Jan fær 28 prosent og Dan 23 prosent.