Lesarin sigur soleiðs:
– Hvat í verðini hevur tað við opinleika at gera, at tryggingartakarar hereftir allir fáa ein atkvøðuseðilin sendandi uttan umbøn o. a. – TF-holding verður akkurát líka afturlatið eftir hetta.
Opinleiki hevur ein heilt annan týdning í einum organisatoriskum høpi – ein kann spyrja, hvat verður nú opinleiki um? Felagið er ongantíð so nógv afturlatið sum við stóra umboðsráðnum – og hetta við atkvøðuseðlunum at senda út til øll er rein sminka og ein liður í at avleiða uppmerksemi. Hetta eru SEV-metodur umaftur – fupp.
At senda atkvøðuseðlar út er ikki eingang genialt (hestavognur) – hvat við at atkvøða elektroniskt á einari heimasíðu – vit liva í 2012. Men tað hevur heldur onki við opinleika at gera – meira ein mannagongd og tøkniliga brúkaravinarlig loysn.
Opinleiki er ikki eingang partur av orðaðu kjarnuvirðunum hjá holdingfelagnum! Evnið verður viðgjørt púra ókritiskt.