Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrsta ársfjórðing í ár var 14 mió. kr. fyri skatt samanborið við 2,5 mió. kr. í halli fyrsta ársfjórðing í fjør. Grundraksturin hjá felagnum vignaðist heldur betur, hóast umsetningurin fall
Úrslitið áðrenn avskrivingar, leasingútreiðslur og fíggjarligar postar (EBITDAR) var 15,2 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 12,6 mió. kr. somu tíð í fjør. Fíggjarinntøkurnar góvu serliga gott íkast til úrslitið, tí felagið í februar í ár staðfesti ein stóran vinning í sambandi við sølu av valutatrygging. Netto fíggjarligu inntøkurnar vóru 15,7 milliónir krónur í mun til 0,8 milliónir somu tíð í fjør.
Flogførini flugu meira í leiguflúgving fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør, men kortini færri tímar enn fjórða ársfjórðing í 2008. Ferðafólkatalið á rutunetinum, sum er størsti parturin av flúgvingini, er hinvegin minkað 8 prosent fyrstu fýra mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.
Umsetningurin hjá Atlantic Airways var 101 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við 112 mió. kr. somu tíð í fjør. Flúgvikostnaðurin minkaði úr 77 mió. kr. niður í 63 mió. kr.
Gjaldførið hjá felagnum er sera gott. Felagið hevur tilvitað virkað fyri at økja um tøka peningin, nú fíggjarkreppa ger um seg, og tøki peningurin øktist frá 31. desember 2008 til 31. mars 2009 úr 82 mió. kr. upp í 110 mió. kr.
Eginognin hjá felagnum er 236 mió. kr. og solvensprosentið 51. Fíggjarstøðan javnvigaði 31. mars 2009 við 463 mió. kr.
Minkandi ferðafólkatøl og fallandi áhugi at leiga flogfør og tyrlur til tænastur uttanlands og í Føroyum fara at síggjast aftur í rakstrinum hjá felagnum. Atlantic Airways væntar ein lakari grundrakstur fyri alt árið 2009, men hægri fíggarinntøkur.
- Vit fylgja gongdini neyvt bæði úti og heima og laga okkum til skiftandi umstøður so væl og skjótt sum til ber. Vit vænta minni flúgving í ár enn undanfarin ár ? bæði við tyrlum og flogførum - og eru farin at repa seglini, men tað er eisini umráðandi at standa tilbúgvin, tá nýggjar avbjóðingar stinga seg upp, sigur Magni Arge.
Roknskaparhátturin hjá felagnum er broyttur, so felagið nú fylgir nýggju IFRS-ásetingunum. Broytti roknskaparhátturin hevur við sær, at óstaðfestur kursvinningur/tap upp á partabrøv verður javnaður yvir eginognina og ikki yvir raksturin.