Rosa Prestá hevur verið í starvi sum leiðari á Dagstovninum á Flatinum í 25 ár.
- Nú hon fer frá, vilja vit fegin takka Rosu fyri tíðina og hennara luti sum leiðari á dagstovninum og bjóða til almenna fráfaringarløtu.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu.
Lagt verður aftrat, at fráfaringarløtan verður mikudagin, hin 18. juni frá klokkan 15-17, og her eru øll hjartaliga vælkomin.