Frálíku avrikini í heimsmeistarkappingini hjá U21 landsliðnum hava tikið føroyingar av bóli, og í tíðindaskrivi sigur Atlantic Airways soleiðis:
- Um ungu føroysku menninir hósdagin enn einaferð megna tað ógjørliga og vinna Føroyar víðari í hálvfinaluna í HM-endaspælinum, sendir Atlantic Airways eitt flogfar beinleiðis til Berlin fríggjadagin 30. juni 2023, soleiðis at landsliðið fær mest møguligan stuðul frá áskoðaraplássunum. Ein møgulig hálvfinala verður annaðhvørt ímóti Danmark ella Týsklandi.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur soleiðis:
- Vit hjá Atlantic Airways vilja gera alt, vit kunnu fyri at stuðla okkara hetjum í Berlin. Hóast summarfrítíðin er háárstíð fyri flúgving, og øll flogførini hjá Atlantic Airways flúgva stórt sæð alla tíðina, so hava vit megnað at funnið eina loysn við at flyta eitt flogfar, soleiðis at tað letur seg gera at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Berlin fríggjadagin 30. juni klokkan 17:05. Lent verður í Berlin klokkan 20.40, lokala tíð.
Og stjórin sigur víðari:
- Tíverri fáa vit ikki tað at ganga upp við at flúgva áskoðarar beinleiðis heimaftur, men tað eru góðir møguleikar at koma heimaftur umvegis Keypmannhavn, Billund, París ella Edinburgh, eitt nú mánadagin.
Prísurin er 1.999 krónur fyri ferðaseðilin beinleðis úr Føroyum til Berlin íroknað flogskattir og avgjøld. Tað er sjálvandi avmarkað pláss. Um tað hepnast hjá U21 landsliðnum at vinna seg víðari í hálvfinaluna, verða ferðaseðlarnir settir til sølu hósdagin eftir fjórðingsfinaluna.
Í samstarvi við Hondbóltssamband Føroya hevur Atlantic Airways tryggjað atgongumerkir til hálvfinaluna, soleiðis tað eisini fer at bera til at keypa hesi beinleiðis frá Atlantic Airways.
Lagt verður aftrat í tíðindaskrivinum hjá Atlantsflog, at atgongumerkini eru øll í somu sektión, og kostnaðurin er 335 krónur fyri hvørt atgongumerki.