Atlantic Airways kann í roknskapinum fyri 2008 vísa á eitt rakstraravlop á 18,6 milliónir krónur fyri skatt og 15,3 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er 14. árið á rað, at føroyska flogfelagið hevur avlop á rakstrinum, og felagið er sera sterkt fíggjarliga at taka við komandi avbjóðingum.
Atlantic Airways økti í 2008 munandi um sínar inntøkur á grundrakstrinum. Úrslitið áðrenn avskrivingar, skatt og kursjavningar var 87 milliónir krónur samanborið við 65 milliónir krónur í 2007. Økingin var 34%.
- Farna árið hevði við sær nógvar avbjóðingar, bæði væntaðar og óvæntaðar, so vit fegnast um, at vit hava gott avlop á botnlinjuni, hava økt um vanligu inntjeningina og eisini styrkt nógv um gjaldførið, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Atlantic Airways vaks nógv um framleiðsluna í 2008. Tímatalið á flogi øktist úr 11.600 tímum upp í 15.000 tímar, ið svarar til 32%. Somuleiðis vaks talið á ársverkum úr 192 upp í 277. Hetta var í sjálvum sær ein stór avbjóðing, men methøgu oljuprísirnir í fjør og óstøðug viðurskifti í altjóða búskapinum settu eisini felagnum stór krøv um at tillaga seg nýggjar og óvæntaðar umstøður.
Útreiðslurnar til brennievni á rutuflúgvingini øktust 27 milliónir krónur í 2008 ella 36%. Avskrivingarnar øktust úr 45 milliónum krónum upp í 60 milliónir krónur orsakað av stórari tilgongd av ognum. Eisini bar felagið 13,5 milliónir krónur í fíggjarútreiðslum samanborið við 9 milliónir kónur. í fíggjarinntøkum í 2007.
20 ár á baki
Kortini gjørdist úrslitið eitt munagott avlop, 18,6 milliónir krónur í 2008 samanborið við 29 milliónir krónur í 2007. Eginognin er nú 221 mió. kr., solvensurin 51 prosent, og gjaldførið vaks úr 38 mió. kr. upp í 82 mió. kr.
Partabrævið hjá Atlantic Airways stóð seg best millum flogpartabrøv á norðurlendsku keypsskálunum í fjør. Flest øll partabrøv fullu í virði, og soleiðis var eisini við partabrævinum hjá Atlantic Airways, sum í meðal fall 28 prosent. Hetta var minni enn hini norðurlendsku flogpartabrøvini, sum fullu millum 39 og 77 prosent.
Árið 2008 var eitt merkisár fyri Atlantic Airways, tí 28. mars vóru 20 ár liðin, síðan felagið fleyg sín fyrsta túr millum Vágar og Keypmannahavn.
Í 1988 fór felagið á flog við einum flogfari, sum bjóðaði av á rutuni til Keypmannahavnar. Tá vóru sløk 30 fólk í starvi.
Í 2008 røkti felagsins 277 starvsfólk flúgving til 10 ferðamál við fýra flogførum við støð í Føroyum, flúgving fyri SAS til ferðamál í Evropa við trimum flogførum við støð í Keypmannahavn, og tyrlutænastan røkti alla innanoyggja flúgving og leiti- og bjargingararbeiði kring Føroyar umframt at vera virkin í hollendsku frálandavinnuni.
Atlantic Airways ger eisini nógv burturúr at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland og stendur fyri tollfríari sølu í Vágum.
Tilsamans flutti Atlantic Airways 593.000 ferðafólk í 2008. Talið á ferðafólkum á rutuflogførunum vaks úr 212.000 í 2007 upp í góð 215.000 ferðafólk í 2008.
Útlit fyri 2009
Atlantic Airways væntar, at støðið á virkseminum innan rutuflúgving í 2009 fer at laga seg til sveiggini í búskapinum. Sum útlitini eru, verður helst talan um eina minking í ferðsluni, tí bæði útlendingar og føroyingar fara at ferðast minni.
Hóast felagið hevur góðar royndir frá samstarvinum við eitt nú SAS, væntar felagið eina munandi minking í leiguflúgvingini, tí minni virksemi er innan hetta økið í londunum kring okkum. Felagið hevur umstøður at umstilla seg og kann tí minka ella vaksa um talið á flogførum og flogmanningum við stuttum skotbrái. Sambært sáttmálanum endar flúgvingin fyri SAS í mai, og felagið fer tí væntandi at minka um talið á flogførum og flogmanningum.
- Atlantic Airways er eitt sera sterkt felag. Vit eru væl fyri fíggjarliga, hava eitt væl útbúgvið lið av starvsfólki, sum duga sítt arbeiði og hava virðismiklar royndir frá altjóða flogferðslu, bæði tá tað snýr seg um flúgving við flogførum og tyrlum. Hóast vit síggja fyri framman avbjóðandi ár, so kenni eg meg sannførdan um, at Atlantic Airways hevur dygdirnar, sum skulu til fyri at koma væl burtur úr komandi avbjóðingunum, sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Airways.