Atlantic Airways: Ókeypis matur til útvald ferðafólk

Flogfelagið hevur gjørt eitt nýtt kort til útvald ferðafólk, ið gevur serliga ágóðar

Umleið eitt ár eftir, at Atlantic Airways gavst at bjóða ókeypis mat og ymiskt drekkandi umborð á teirra flogførum, er felagið nú aftur farið at bjóða ókeypis mat og drekka umborð, men hesaferð verður tað bara fyri útvaldum ferðafólkum.


Føroyska flogfelagið hevur nevniliga givið útvaldum persónum eitt nýtt kort, ið hevur fingið heitið Merkið. Sum Miðlahúsið skilur frá fólkum, ið hava fingið eitt slíkt kort, so er talan um eitt sokallað V.I.P. kort, og er tað ætlað týdningarmiklum persónum, so sum politikarum, stjórum og øðrum, ið vera mett at vera týdningarmikil.


Við at vísa kortið á ferðini fáa ferðafólk eyka ágóðar, so sum ókeypis mat og drekka umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, atgongd til CPH Express í Kastrup, ið ger at man kemur skjótt gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum, atgongd til CPH Apartment Lounge í Kastrup og altíð tvey stykkir av viðføri ókeypis við í flogfarið.


Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jóhannu á Bergi, stjóra á Atlantic Airways, um hvat kort talan er um og hvør kann fáa eitt slíkt kort, men hevur tað ikki eydnast at fingið fatur á henni.

Dagføring: Tað eydnaðist at fáa eina samrøðu við Jóhannu á Bergi fríggjakvøldið, og tað svarð kann lesast á hesi leinkjuni.

Les eisini: Øll kunna fáa Merkið