Tað er nú skjótt eitt ár síðani kristiliga motorsúkklufelagið Holy Riders
MC Føroyar varð sett á stovn. Felagið hevur verið sera virkið, við m.a.
kunnandi møtum, útdeiling av Biker-Bíblium við ymisk høvi, har MC-fólk
hittast, egnari MC-gudstænastu í Vesturkirkjuni, eins og luttøku á
Flaggdagshaldinum, og nú stendur so komandi Atlantic Bike Meet fyri
durðum. Stevnan verður hildin inni í Kelduni, Skálafjørður, og verður hon
karmur um øll tiltøkini, fríggjadagin 31. juni og leygardagin 1. juli.
Tað er á fyrsta sinni í Føroyum, at eitt tílíkt kristiligt motorsúkklutreff
verður hildið. Tað gleðir okkum í Holy Riders MC Føroyar at fáa vitjan av
limum úr kristiligum MC-klubbum úr Norðanlondum og tveimum týskarum, umframt
at vónandi mangir limir í virkandi MC-feløgum í Føroyum verða við. Tann eini
týskarin er tann vælkendi Kornelius Novak, ella "Mondo", sum hann vanliga
verður nevndur. Mondo er forseti fyri týsku deildina hjá Holy Riders og er
ein spennandi persónur at uppliva. Sera eyðmjúkur í orði og talu, men hevur
sera nógv at greiða frá um seg og sítt lív.
Úlendingarnir koma higar við Norrønu úr Bergen tann 28. juni kl. 15.00, har
síðani móttøka verður kl. 16.30 í Gamla Kommunuskúlagarði, har borgmeistarin
Heðin Mortensen kemur at bjóða gestunum vælkomnum, umframt heilsur, sang
o.a. ið eisini verður á skránni. Verður veðrið til vildar, verður eisini
bjóðað kaffi, kakao og annað gott til góman. Eftir vælkomuna uml. kl. 17.30,
verður vitjað niðri í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Kl. 19.00 verður steðgað við
Shell-støðina við Ringevgin, áðrenn gestirnar fara norður til Skálafirðar,
har teir skulu gista.
Hósdagurin er settur av sum frídagur til sight-seeing og vitjanum ymsastaðni
í landinum. Hóskvøldið kl. 20.00 talar Mondo í "Oasuni" í Hoyvík,
har eisini onnur luttøka verður.
Fríggjadagin kl. 13.00 verður Atlantic Bike Meet-stevnan sett inni í
Kelduni. Talan verður um eitt treff, har MC-fólk hittast og hugna sær saman,
men eisini tað andliga verður sera høgt raðfest.
Eitt, sum hoyrir til eitt MC-treff, er grilling, bæði á stevnuøkinum, og
niðri á sandinum í Skálafirði, har eisini sangur, togtogan, onnur spøl og
koyring verður, sum nú MC-fólk kunnu finna uppá.
Leygardagin verður skipað fyri felags súkklutúri norður til Viðareiðis via
Shell-støðirnar í Gøtudali, og á heimferðini á Shell-støðini í Klaksvík.
Norðuri á Viðareiði kemur Hans Eiler Hammer prestur at greiða frá um
kristinlívið og aðra mentan í Norðoyggjum.
Stór gospelkonsert í kelduni:
Leygarkvøldið endar stevnan við stórari gospelkonsert í Kelduni, har Eyðun
Jacobsen Band, Magni Christiansen, Sofus Hansen og systrarnar Vanja, Laila
og Barbara koma at luttaka. Kostnaðurin fyri hesa konsertina er settur at
verða 150,- kr. og atgongumerkir verða at fáa á Shell-støðunum við Ringvegin
í Havn, við Streymin, í Gøtudali og í Klaksvík. Eisini verða atgongumerkir
seld við dyrnar.
Sunnudagin talar Mondo á morgunmøtinum í Kelduni kl. 11.00, og sunnukvøldið
kl. 18.00 talar hann í Evangeliihúsinum í Havn. Kl. 20.00 endar stevnan við
stórari skrúðkoyring í gjøgnum Havnargøtur, har heitt verður á øll MC-áhugað
um at vera við í tiltakinum, sum kann verða ein virðiligur endi á einum
tiltaki, sum vónandi hevur verið til gleði fyri øll.
Útlendingarnir fara avstað aftur við Norrønu mánamorgunin kl. 09.00.