Atlantic Cup: KÍ tapti greitt fyri amerikonskum liði

Real Salt Lake vann 3-0 á KÍ

Savnsmynd

KÍ hevur seinnapartin spælt triðja dystin í Atlantic Cup í Portugal. Í dag var amerikanska Major Soccer League liðið, Real Salt Lake mótstøðuliðið.

 

Real Salt Lake vann ein greiðan 3-0 sigur. Í steðginum var amerikanska liðið á odda 1-0.

 

Real Salt Lake hevði 16 málroyndir, meðan KÍ hevði sjey málroyndir. Real Salt Lake hevði 13 royndir innanfyri málrammurnar, meðan KÍ hevði bert tvær royndir innanfyri málrammurnar.

 

Real Salt Lake hevði sambært hagtølunum bóltin 58 prosent av tíðini. 

 

KÍ hevur nú tapt tríggjar dystir á rað í Atlantic Cup. KÍ tapti eisini 0-3 fyri Silkeborg og 0-1 fyri kinesiska liðnum, Beijing Guoan. 

 

Hesir byrjaðu inni fyri KÍ: Ari í Haraldsstovu Petersen, Patrick Da Silva, Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen, Páll Andrasson Klettskarð, Pætur J. Petersen, Símun Kalsø, Jóannes Kalsø Danielsen, Dan í Soylu, Heini Vatnsdal, Claes Kronberg.

 

Fyri framman hjá KÍ eru Klaksvíkskappingin og stórsteypadysturin móti HB.

 

Landskappingin byrjar 10. mars hjá KÍ við heimadysti móti ÍF. 

 

Savnsmynd