Atlantic fellur

Atfinningarnar móti íslendska virðisbrævamarknaðinum tykjast eisini hava rakt partabrævið hjá Atlantic Petroleum.
Eftir eksplosiónslíknandi hækkanina, sum kom eftir eina analysu hjá Eik-bank, hevur kursurin á partabrævinum støðugt verið um nakað oman fyri tey 700, men seinastu tvær vikurnar hevur talan tó verið um fall á kursinum.
Atfinningarnar, sum hava ljóðað úr eitt nú donskum peningastovnum, hava fingið fólk at vera meira varin á marknaðinum, og hækkandi útboðið og minkandi eftirspurningurin á íslendskum partabrøvum sum heild hava trýst eina príslækking ígjøgnum.
Við dagsenda í gjár var miðalkursurin á partabrævinum fallin niður á 664, sum tó er ein lítil hækkan í mun til undanfarnu vikuna. Lægsti miðalkursurin hevur her verið 652. Samlaða virðið á partafelagnum var tá uppgjørt til 488 mió kr. Tá virðið var størst - tað var tað tann 20. januar - var hetta 561 mió kr.