Atlantic og Amager fara til Turkalands

Saman við flogfelagnum, sum er millum høvuðsstuðlarnar, fer Fremad Amager nú eisini at selja ferðir til Turkalands

Høvið til hetta er venjingarlega, sum Fremad Amager fer á seinast í februar mánaði.

Men umframt at senda spælararnar til knallharða venjing í bakandi sól, gevur føroyska fótbóltsfelagið nú eisini føroyingum møguleikan at koma við á venjingarleguna. Tó við nakað minni av hørðum arbeiði undir sólini. Saman við Atlantic Airways, sum frá byrjan hevur verið partur av Fremad Amager-konseptinum, selur Fremad Amager nevnliga frítíðarferð til føroyingar í tíðarskeiðinum, sum venjingarlegan er.