Atlantic Petroleum á gáttini til nýggja innspræning

Loksins hevur eydnast Atlantic Petroleum at finna íleggjarar, sum eru áhugaðir at spýta pening í felagið.

Atlantic Petroleum boðaði í kvøld frá, at felagið er í samráðingum við London Oil and Gas Ltd. Avtalan, sum feløgini samráðast um, inniber, at bretska felagið er sinnað at spýta 75,5 milliónir krónur inn í føroyska felagið innan 24. juni. Peningurin skal millum annað nýtast til at endurfíggja eitt lán, sum Atlantic Petroleum hevur fingið frá Eik Banka.

 

Komandi tríggjar mánaðirnar er Atlantic Petroleum tí í sonevndum ekslusivitetssamráðingum við London Oil and Gas Ltd. Hesa tíðina rindar bretska felagið 443.000 krónur um mánaðin til Atlantic Petroleum.

 

- Við verandi støðu hjá felagnum í huga, meta vit, at hendan loysnin er besta leiðin frameftir hjá Atlantic Petroleum og partaeigarum tess, sigur Ben Arabo, stjóri í felagnum.

 

- Vit eru sera íðin eftir at fullføra hendan handilin og seta pening í Atlantic Petroleum. Orlando & Kells ognirnar hjá Atlantic Petroleum fáa væntandi sera høgt virði, tá marknaðurin kemur seg aftur og, um treytirnar hóva okkum, eru vit sera áhugaðir í at fáa ognarskap í hesum ognunum. Um handilin ber á mál, er London Oil and Gas spent upp á  at arbeiða saman við leiðsluni og nevndini í Atlantic Petroleum og endurskoða ætlanirnar hjá felagnum, umframt at hyggja at møguleikan fyri at víðka virksemi, eisini geografiskt, hjá Atlantic Petroleum, í tráð við áhugamálini hjá The London Group, sigur Simon Hume-Kendall, stjóri í The London Group og London Oil and Gas Ltd.